Tað tók góðar 20 tímar at selja tey 1800 atgongumerkini til konsertina við Lukas Graham í høllini á Hálsi 24. oktober.
Rættiligur gravgangur var eftir atgongumerkjum, og tað er sjáldsamt, at ein konsert verður útseld so skjótt í Føroyum.
Tað eru framvegis nógv fólk, ið ikki fingu atgongumerki til konsertina, og Lukas Graham er hugaður at spæla enn eina konsert fyri føroyingum, tá ið hann kemur til Føroya.
Tí er ein eykakonsert ásett at verða í høllini á Hálsi fríggjakvøldið 23. oktober kl. 21.00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo