Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í skjótt tvey ár havi eg heitt á Landssjúkrahúsið at bøta um tilboðið, tá linsur við skurðviðgerð verða skiftar í eygunum, fyri eitt nú grástar.

Havi heitt á eygnalæknan og landssjúkrahúsið, um at geva møguleika fyri at seta betri nøktandi linsur í eyguni, enn gjørt verður.

Fleiri sløg av linsum eru tøkar á marknaðinum, sum í størri mun bøta um sjónina, eisini tá talan er um bygningsfeil.

Stóri fyrimunurin er, at sleppast kann undan brillum, um slikar linsur verða settar inn (multifokalar og fyri bygningsfeil, thoriskar linsur).

Skurðviðgerðin er júst tann sama, sum okkara eygnadeild frammanundan ger, einasti munur er vailið av linsum.

Fleiri føroyingar, sum hava havt ráðini til tess, hava í nógv ár valt at fingið slíka viðger uttanlands, við sera góðum úrslitið.

Dømi eru um fólk, sum hava brúkt brillur alt sítt lív, ið nú brádliga “síggja sum ørnin” uttan brillur.

Tørvurin á hesum tilboðið er so mikið stórur, at útlendskar klinikkir lýsa á føroyskum við tilboðum um skurðviðgerð, at sleppa undan brillum.

Tað er ófatiligt, at serstakliga Eygnadeildin (helst gamli eygnalæknin) og Landssjúkrahúsið, ikki møta tørvinum, tá hann liggur so beint fyri fótum – at gera hetta til eitt tilboð fyri allar føroyingar, og ikki bert fyri tey, ið hava ráð at gjalda sjálvi.

Vit gera skurðviðgerðirnar frammanundan og bíleggja standard linsur uttanífrá til tann einstaka, eftir máti (mono-fokalar).

- Einasti munur er, at vit í staðin gera málrættaða bílegging av linsum uttanífrá eftir máti, ið sampakkar neyva tørvinum hjá tí einstaka (multifokalar og um neyðugt thoriskar).

Her er eitt gylt høvið at javnstilla øll - at geva øllum føroyingum henda møguleika.

Hví hetta ikki verður gjørt, er ófatiligt.

Hervið áheitan um, at nýta høvið at avgreiða “ein skjótt syftan seið”.

Tórshavn, tann 26. august 2024
Andrass Skaalum         
mob: 287870

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo