Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Í døgunum 17. til 23. mars verður Fótbóltssamband Føroya vertur fyri bólki B3 í EM-undankappingini fyri U17 gentur. Umframt Føroyar sum vertsland, vera Lettland, Georgia og Rumenia eisini við í kappingini.

Leikdagarnir eru sunnudagin 17. mars, mikudagin 20. mars og leygardagin 23. mars.

Eyðvør Jakobsen er venjari hjá U17 gentunum, og hon er sum heild bjartskygd til komandi uppgávu, men væntar samstundis ymiska mótstøðu frá teimum trimum londunum, ið koma hendan vegin.

– Eg kenni ikki so nógv til hini londini annað enn at Rumenia flutti niður úr deild A seinast, har tær møttu Eysturríki, Týsklandi og Ukraina. So vit kunnu rokna við at tær eru sterkasta landið í bólkinum.

– Fyri einum ári síðani taptu vit 1-0 fyri Lettlandi, meðan Georgia endaði aftast í sínum bólki til seinastu EM-undankapping. Tí er eitt sindur ilt at meta um dystirnar frammanundan, men vit ætla okkum sjálvandi so góð úrslit sum tilber, sigur Eyðvør Jakobsen við heimasíðuna hjá FSF.

Sunnudagin 17. mars
Kl. 13:00 Lettland – Føroyar
Kl. 17:00 Rumenia – Georgia

Mikudagin 20. mars
Kl. 13:00 Føroyar – Georgia
Kl. 17:00 Rumenia – Lettland

Leygardagin 23. mars
Kl. 17:00 Føroyar – Rumenia
Kl. 17:00 Georgia – Lettland (á Ovara vølli í Gundadali)

Allir dystirnir verða vístir í Televarpinum, og á Youtube rásini hjá FSF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo