FSF: Tað verður Eyðun Klakstein, ið skal stjórna U17-landsliðnum við dreingjum komandi tvey árini. Samstundis hevur Fótbóltssamband Føroya longt avtaluna við Fróða Benjaminsen, um at halda fram sum hjálparvenjari.
– Hetta er ein spennandi og stór uppgáva. Talan er um ein aldursbólk av fótbóltsspælarum, ið standa í besta blóma, og vónandi kunnu vit, ið hava ábyrgd av landsliðunum, eisini vera við til at leggja okkurt munagott í beinini á hesum dreingjunum.
– Avbjóðingarnar í NM og EM krevja, at spælarar og leiðarar fyrireika seg væl. Hóast mótstøðuliðini stundum eru sterk, skulu vit altíð spæla fyri okkara møguleika og fáa so gott úrslit sum gjørligt, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.
U17-dreingirnir skulu ætlandi til tvær altjóða kappingar í hesum árinum. Í august er NM á skránni í Noregi, og í oktober skulu dreingirnir til EM-undankapping í Eysturríki.
Fyrsta venjingin hjá Eyðuni og Fróða sum U17-landsliðsvenjarar verður týsdagin 4. mai, tá skipað verður fyri økisvenjing í Fuglafirði. Síðan verða tvær økisvenjingar afturat, 12 landsliðsvenjingar og ein venjingarlega, áðrenn liðið fer til NM-kappingina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo