Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

1. oktober vóru 25 ár liðin síðani vágbingurin Eyðun Leo byrjaði sum umsitingar- og praktikleiðari á tí sum tá æt Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna og sum í dag eitur Miðnám í Vestmanna.

- Trúgvur sum fáur og nærlagdur í øllum arbeiði er ein av meginorsøkunum til, at skúlanum hevur verið lív lagað øll hesi árini, sigur skúlin sjálvur á facebookvanganum um Eyðun.

Fyrrverandi skúlastjórin, Jákup Andreasen sigur soleiðis um Eyðun:

- Eg hevði ta stóru gleði, at arbeiða saman við Eyðun í stívliga 24 ár, tí betri starvsfelaga kann man ikki fáa.

Á myndini stendur Eyðun Leo í miðjuni, Jákup Andreasen vinstru megin og stjórin í dag, Magnus Gaard, høgru megin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo