Sunnudagin tann 6. september letur upp listaframsýning við 18 oljumálningum hjá Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
Fernisering verður klokkan 17:00 og fer Helgi Fossádal at røða. Umframt tónleik og lættari ábit verður eisin møguleiki at heilsa uppá listamannin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo