Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Týsdagin 4. apríl andaðist pápi okkara Eyðfinn Mørk, 77 ára gamal. Pabba hevur seinastu mongu árini havt ringa heilsu og seinasta tíðina var hann blivin meira veikur. Seinastu mánaðirnar búði hann á Hamragarði í Vági.

Pabba var innlagdur á Suðuroyar Sjúkrahús og andaðist har týsdagin hin 4. apríl.

Hóast øll vóru góð við pápa okkara á Hamragarði, so ynskti hann allatíðina at koma heimaftur til egið heim at vera.

Men heilsutøða hansara gjørdi, at tað ikki longur var møguligt hjá honum at vera heima hjá mammu.

Okur høvdu gjørt eina avtalu við pabba, at hann kundi koma heim aftur, um páskirnar,  so kundi hann fara aftur til Hamragarð eftir páskir. Hettar var hann sera glaður fyri og hann gleddi seg til tað.

Ístaðin fyri at koma heim til mammu og okkum um páskahøgtíðina, fór pápi okkara heim til Harran og til ein betri stað. Himmalin er nú vorðin enn ríkari.

Hinvegin vildi tað eisini vera soleiðist, at bæði foreldrini vóru akut innløgd ísenn á Suðuroyar Sjúkrahúsið og støðan hjá báðum var hættislig. Har fingu tey so 12 dagar saman og mamma fekk harvið sagt pabba ordligani farvæl.

Hóast mamma var sera sjúk, var hon við til jarðarferðina. Beint eftir jarðaferðina hjá pápa, var hon send til Danmarkar til viðgerðar. Tíbetur er mamma, nú aftur við hús í øllum góðum.

At pápi okkara var nógv avhildin, var staðfest til jarðarferðina hjá honum, har nógv fólk vóru og søgdu honum farvæl. Tað eru okur honum takksom fyri.

Pápi okkara vaks upp á Tvøroyri og er sonur Hjørdis Mørk úr Tórshavn og Martin Berg úr Sandvík. Pabba var føddur í Havn í 1945. Men hann búði bert í Havn í 1 ár, tá ið hann flutti suður til Sanvíkar at búgva saman við foreldrinum. Seinni flutti tey til Tvøroyri. Tey búði í Valinum, har búði hann saman við foreldrunum og systkinunum hjá sær ávikavist Hanus, Hanna, Essuni og Eyvør.

Pápi flutti seinni suður til Vágs at búgva bert 15 ára gamal og har hevur pápi búleikast síðani, saman við okkum øllum. Inntil nú, har seinasti sjógvurin var rógvin.

Livið hevur jú so nógv ymist at bjóða, bæði av góðum og ringum. Tað sum tók hart uppá pápa okkara, var tá ið systrarnar hjá honum Rini og Hanna doyðu av báðar krabbameini. Rini var bert 36 ára gomul, tá ið hon fór.

Tað tók eisini hart uppá pabba, tá ið beiggin hansara Hanus eisini fór heim til Harran.

Pápi giftist við mammu okkara Ingibjørg Ryggshamar hin 2. januar 1965, mamma er dóttir Jens og Alvildu Ryggshamar úr Vági.

Um hetta mundið búðu tey úti í Toftalíð saman við langommuni Julionnu. Bert tríggjar mánaðir eftir vígsluna, t.v.s. 2. apríl 1965, brendi heim teirra í grund.

Tey mistu alt, sum høvdu fingið í brúðargávu, men til Guds undur sluppu tey øll frá tí við lívinum. Í 1968 bygdu tey sær egið hús á Vallarajørð í Vági.

Men væl gekk hjá foreldrinum, hóast tey mistu alt úti í Toftalíð í Vági og okur 8 systkin sum eru Jens, Anja, Levi, Eyðhild, Heidi, Mortan, Rini og Sonni hava nógv at takka tykkum fyri.

Hóast illani sjúkur seinastu árini, var altíð pláss til okkum øll og pabba gloymdi ongan.

Okur øll 8 systkini hava nógvar gleðisstundir, at takka tær og mammu fyri góði pápi. Okur høvdu sera góð barnaár og tað eru okur sera takksom fyri.

Pabba sum var nógv ár til skips, var altíð um okkum, um hann var heima. Hann gjørdi m.a træskoytur til okkum um veturin og gjørdi okkum træflakar um summarið.

Pabba fór til sjós bert 13 ára gamal. Pabba var altið burtur og fiskaði, meðan okur vóru smábørn. Oftani var hann vekk í fleiri mánaðir. Okur vóru so glað fyri at síggja hann og hann gleddi okkum við gávum eitt nú úr Newfoundlandi, Norra ella úr Grønlandi. Tað gekk long tíð áðrenn okur børn sóðu hann. Eg kann nevna, at eg var 7 mánaðir fyrstuferð pabba sá meg. Soleiðis var tað bara. Men eitt er vist, okur høvdu altíð nok av øllum, tað syrgdi hann og mamma altíð fyri.

Pápi varð sjómaður heilt fram til miðskeiðis í sjeytiárinum. Umframt, at hava koyrt lastbil og arbeitt á Suðurfisk í fleiri ár. So hevði pápi havt seyð og seyðahald í Hovi. Hetta var eitt stórt íkast til okkum øll gjøgnum árini, tí tað vóru nógvir munnar at metta. Pabba koyrdi eisini hýruvogn og hann hevði Restorf´s avgreiðslu í okkara kjallara.

Mangan hava okur, eg og mínir vinir sum tá vóru tannáringar, havt góðar løtur at minnast aftur á, tá ið sterka ølið skuldu berast inn á lagrið. Viðhvørt hopaði okur, at onkur ølkassin fór í knús, so okur kundi fáa restina, áðrenn leiðin gekk í dans og jú tað riggaði viðhvørt.

Okur 8 børnini og øll abba, ommubørnini, minnast bert á góðar løtur inni á barnaheiminum hjá okkum. Hetta hava øll langabbabørn og langommubørnini eisini havt stóra gleði av og tað eru okur tær takksom fyri góði pabba.

Heilsan hjá pápa fór at bila tey seinastu árini, og hansara gongurtúrar rundan um Vatnið vóru eisini eingir, frá at ganga 3 til 4 túrar um dagin, meðan túraranir norður tìl Sjùkrahúsið á Tvøroyri vóru tíverri nógvir seinastu árini.  

Í fjør fór pápi okkara á Hamragarð og tann seinasti túrurin á Sjúkrahúsið á Tvøroyri, var nú tá ið hann andaðist.

Pabba elskaði at fylgja við fótbólti, hann var stórur Newcastle fjeppari, somuleiðis dámdi honum væl kappróður.  Pabba dámdi eisini væl tónleik og at lesa bøkur.

Samfelagsviðurskifti hevði eisini hansara stóra áhuga, hann var býráðslimur í 23 ár fyri Vágs kommunu frá 1985 til 31.12.2008. Fyrstu árini umboðaði pápi Tjóðveldi og seinni Javnaðarflokkin í Vági býráð. Hann var eisini varaborgarstjóri onkra setuna, somuleiðis var hann fleiri ferðir fyrsvaldur fyri Javnaðarflokkin í Vági.

Tað verður stórur saknur í tær góði pabba, men her eru bara góð minnir eftir um teg. Eg takki tær fyri alt sum tú vart fyri okkum øll góði pabba.

Má Harrin styrkja teg góða mamma, nú tú hevur mist ein góðan mann, sum tú og okur øll elskaði yvir alt.

“Størri kærleika til onnur, eingin annar gav frá morgni til myrkur og eisini meðan ein svav.”

Eg vil annars takka øllum heilsufólkum sum vóru um pápa okkara hesu seinastu mongu árini og hjálpti honum á betri leið.  Takk til Patrick de Neergaard prest, fyri vøkru orðini í kirkjuni og á grøvini.

Annars vil eg takka øllum sum hjálpti til, við jarðarferðini.

Okur síggjast aftur ein dag góði pabba og hvíl í friði.

Levi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo