Undirvísingarstýrið hevur tilnevnt fyrrverandi skúlastjóran á Eysturskúlanum í Havn, Eyðdis Eidesgaard, sum fyribils skúlastjóra í Vestmanna.
Tað hendir eftir at skúlastjórin í Vestmanna Skúla, Alis Højsted, er sjúkrameldað. Eisini varaskúlastjórin í Vestmanna er sjúkrameldað, og hevur í orrustuni, sum seinastu mánaðirnar hevur merkt skúlan, eisini fingið ætlanarskriv frá stjóranum um uppsøgn.
Næmingarnir og lærararnir í Vestmanna hava onki skema fingið enn, hóast skúlagongdin er byrjað. Í skrivi til foreldrini sigur nýggi fyribilsskúlastjórin, at hon væntar skemaið verður klárt mánadagin.
Hon sigur seg fara undir uppgávuna við góðum treysti og við vón um gott samstarv.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo