Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

So mangar takkir eigur kringvarpið uppiborið fyri at veita rúm fyri Eyðuni av Reyni, sum er tann fyrsti av saktans framhaldandi fleiri av frægu listafólkum okkara í heinta til hetta hølið.

Høllin
Høllin er ljós, góð og innkomandi, og tætt var við fólki til ferniseringina. Jóhann Mortensen beyð vælkomin, og væl varð sungið, spælt (og floyta) av Leu Kampmann og Elsu Mariu Jørgensen, og verkini sáttliga ummæld av Dagmar Malenu Winther.

Eftirsíðan hevur borið betur til at njóta listaverkini uttan nakra órógv, 15 í tali.

Ummæli

Her skal ikki gerast nøkur roynd at endurtaka nakað ella ummæla myndirnar. Hetta hava onnur nærum tikið patent uppá – hetta er ikki viðmerkt argandi, men bara konstaterandi. Tó takk til tey fyri tað. Og um so hesi kønu ofta avmarka seg til sínar egnu favorittar  – so er einki óvanligt í tí.

Tað finnast allastaðni ymisk “hoff”, innan list, skaldskap og bókmentir o.m.a., sum halda seg eiga orðið – (men ørmaktast ikki, mín vinur), tí hesar metingarnar er bara tímans, tað er so tað – og kanska onkrum til ugga.

Og ber nú til at skilja list og listafólk frá sínum uppvøkstri, mentan og umhvørvi? Kanska tað – halda summi. Onnur ikki.

Friðarins børn
Skriftin ber við hugtakið - friðarins børn. Tey finnast. Sum friðarlig avrika nakað. Har sum tey eru.

Ja, tak eitt nú gávurík fólk, so ymisk av aldri, lívsáskoðan og avriki sum: William og  Zacharias Heinesen, ella tey av Reyni – sum bara geva frá sær og eru so frí fyri at vera sjálvupptikin við gabbi og erpinskapi – tey eiga eina innaru styrki, sum vit vanliga ikki gáa um – fyrr enn tey eru farin...
Eyðun er vaksin upp á Ingutrøð, sum longu nú er ein “saga blot”.

Jens og Christina av Reyni fingu tríggjar synir - allir persónligheitir. Jens Paula (føddur søguforteljari  - við gentlemansins gedigna yvirbrá), Sigird (ein íðin vinnulívsmaður – við so framúr vakrari songrødd, og man nøkur upptøka vera tøk?), og so Ingálvur - ikki at forgloyma.

Útbúgving
Eftir - so at siga – at vera uppvaksin í einum atelieri og einum tøttum barnaheimi við skapandi list - sangi, tónleiki, tekningum og málningum - fór Eyðun undir 6-8 ára djúptøkna listarliga útbúgving uttanlands - fyri síðani at venda aftur á heimligar leiðir.

Men ber tað til tá - at finna sær sjálvum eitt egið beiti her á klettunum?

Og eru tað nøkur listafólk her heima, sum ikki hava kent ávirkan frá Ingálvi, sum er ein sannur listaskúli í sjálvum sær. Tak eitt nú hansara tekningar - fyrst vanligar og  vakrar, síðani tekningarnar við skákstriku, sum gera bókina “Tann deiliga Havn” til eina perlu, fyri síðani at loysa seg frá hesum og til at vera millum mætastu teknarar um lond.

Og tað sama kann sigast um Ingálvsa málningaligu listaleið.

Og um ein nú heldur, at feðgarnir av omanfyri standandi lýsing mugu vera rættiliga eins, so lyft eygnabráið eitt vet upp, meðan tú ert í framsýningarhøll kringvarpsins, og samanber avrik Eyðunar við báðar málningarnar av Ingálvi, sum hanga í erva í  trappuuppgongdini.

Har er eitt hav til munar millum feðgarnar. Og so framúr báðir. At vit mugu undrast!

Endurtøkur?
Men ber til at mála aftur og aftur tað sama útsýnið, lendið og fjøllini?

Jú, Paul Cézanne (1839-1906) –alt annað líka -málaði yvir hálvthundrað ferðir so framúr myndir av fjallinum Sainte-Victorie, ið liggur nærindis Aix-en-Provence, har ið atelierið hjá Cézanne enn er til (eg havi verið har), og tá tykist hetta fjallið, Sainte-Victorie, at vera bæði litleyst og smæðið í mun til okkara marglitta “Tindtempul høga í setandi sól”.

Í iva?
Men er ein í iva um, hvat ið meint er við við hesi viðmerking míni, og um mína  undran á onnur ektað listalig avrik – einstøk og sum heild - so legg bara árarnar inn eina løtu, og set aðra av nýggju fløgunum hjá Ingálvi av Reyni í fløguspælaran (tann seinna fløgan er ikki verri, enn hin fyrra). 

Hetta tí, at eg kenni  onkran, sum hvønn morgun í vetur hevur spælt fløgurnar  úr enda í annan - sær sjálvum og øðrum til kveikjandi njóting og ugga - bæði við sangi og undirspæli - mitt í einum margtruplum heimi.

Framsýningin er opin til 30. mars.

Arnstein Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo