FSF Varpið: Eftir at hava verið opið í skjótt ein mánað, letur flytingarvindeygað hjá Fótbóltssambandi Føroya aftur mikudagin 12. juli klokkan 16:00.
Tað merkir, at øll, kvinnur og menn, gentur og dreingir, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar 2023, og sum ætla at skifta felag í summar, skulu fáa hetta avgreitt, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur mikudagin í komandi viku.
Men hví hava vit eitt “flytingarvindeyga”, og hvat gongur tað út upp á?
FSF Varpið hevur tosað við Virgar Hvidbro, aðalskrivara í Fótbóltssambandi Føroya, og í stuttum svarar hann hesum og øðrum spurningum, ið eru viðkomandi fyri flytingarvindeygað hjá FSF.
Millum annað sigur aðalskrivarin, at fyrr var flytingarvindeygað bara galdandi fyri spælarar, ið høvdu sáttmála. Men soleiðis er ikki longur. Í 2020 broyttust reglurnar, og nú er vindeygað galdandi fyri øll – gentur og dreingir, kvinnur og menn – ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar í kappingarárinum.
Seinasta freist at flyta millum feløg í hesum umfarinum er tískil mikudagin 12. juli 2023 klokkan 16:00, og er hetta galdandi fyri øll, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo