Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

26. november hátíðarhalda vit heilsurøktaran. Hetta er eitt týðandi høvi at heiðra og varpa ljós á tað lívsneyðuga arbeiðið, heilsurøktarar gera hvønn einasta dag og fyri teirra ómetaliga stóra íkast til samfelagið.

Hesin dagurin virkar eisini sum ein áminning til politikarar, bæði á evropeiskum og landsstigi, um tey lyfti, teir hava givið heilsurøktarum og starvsfelagum okkara í heilsuverkinum. Tað er avgerandi, at politikarar vísa tað í verki, sum teir hava lært av heimsfarsóttini og menna politiskar ætlanir, sum seta fokus á avbjóðingarnar við starvsfólkatroti. Hetta eigur at vera gjørt úr einum sjónarhorni, sum talar til at tryggja hóskandi starvssetan, so rætti persónurin altíð er á rætta staðnum.

Um vit skulu møta teimum avbjóðingum framtíðin hevur at bjóða í heilsuverkinum - við einum støðugt vaksandi tali av eldri fólki - eiga ymisku fakbólkarnir í heilsuverkinum at verða sett við skili.

Heilsurøktarar eiga at hava møguleika at brúka og menna sínar fakligu førleikar í heilsuverkinum og fáa løn og rós fyri sítt lívsneyðuga arbeiði. Vit hava tørv á betri arbeiðsumstøðum soleiðis, at vit kunnu arbeiða fulla tíð uttan at seta okkara egnu likamligu ella sálarligu heilsu í váða, og vit hava tørv á at fáa hóskandi løn.

Fyri at styrkja heilsuverkið framyvir er neyðugt við íløgum, ikki bert til at loysa starvsfólkatrotið, men eisini at taka nýggja tøkni og burðardyggar loysnir til okkum, so at heilsustarvsfólk kunnu brúka sína tíð uppá tað týdningarmikla sjúklingaarbeiðið vit eru serfrøðingar í. Langtíðaríløgur eru neyðugar fyri at tryggja almenna atgongd til heilsuverkið um alt Evropa og fyri at forða fyri áhaldandi starvsfólkatroti, sum kann elva til vantandi atgongd til nøktandi heilsutænastur.

Umframt at vera almannagagnligar, eru heilsutænastur ein mannarættur. Heilsan hjá fólki er ikki ein vøra, sum kann vera handlað. Bert ein almennur geiri við nóg nógvum skikkaðum starvsfólkum og rættari útgerð kann verja okkum fyri framtíðar kreppum, um talan er um heimsfarsóttir ella onnur sløg av kreppum.

Í dag hátíðarhalda vit heilsurøktarar í Evropa fyri sítt ómetaliga stóra íkast til eitt betri heilsuverk, og hvønn dag fara vit at stríðast fyri at bøta um okkara arbeiðsumstøður soleiðis, at vit øll kunnu fáa eina betri framtíð

Bingerð Fosságil,
forkvinna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo