Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Norðurbryggjan: Evni til umhugsanar er ein framsýning við verkum, virkað úr klæðum og ull, eftir trý listafók úr Norðuratlantshavi, sum øll arbeiða við burðardygd sum fortreyt fyri list teirra.

Íslendska klædnalistakvinnan Ýrúrari (Ýr Jóhannsdóttir) er hugtikin av leiklutinum, klæði spæla í tilveru okkara. Hon arbeiðir við troyggjum, blakaðar burtur vegna smáskaðar og blettir. Skaðarnir gerast eitt útgangsstøði fyri listarligum inntrivi, har sjónliga umvælingin økir virðið á troyggjunum.

Klædnaumvælingin leingir um tíðina, troyggjurnar kunnu brúkast, men á ein stuttligan hátt, lagaður til einstaklingin, og sum gevur troyggjunum ein annan, listarligan týdning, enn tær hava bara sum brúkslutir.

Unga føroyska listakvinnan Alda Mohr Eyðunardóttir er hugtikin av ull. Hon kennir seg “heima” í ullini, men hon hevur eisini kensluna av, at virkan av ull hongur saman við sorg. Sorgina yvir ta sannroyndina, at bæði djór og menniskju doyggja, og yvir tað, at tilfar verður vunnið burtur úr øðrum lívfrøðiligum verum fyri, at vit menniskju kunnu halda okkum heit. Í verkum sínum virkar Alda ullina við umsorgan, bæði tá hon stoypir eina bundna húgvu í bronzu, sum mamma hennara brúkti sum barn, tá hon skrivar yrkingar, og tá hon evnar til størri skurðmyndir og innsetingarlist (installatiónir).

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard er føroysk klædnalistakvinna og -sniðgevi. Tilvirkan hennara tekur
beinleiðis støði í ull. Hon vil fegin vísa virðing fyri hesum tilfarinum, sum er so rótfest í mentanini, hon
kennir so væl heimanífrá, og sum hon fegin vil bera við sær inn í eina burðardygga framtíð. Arbeiðið
hjá Ragnhild við ull er rótfest í eini greining av og hugleiðingum um, hvat hugtakið “virði” merkir. Ullin,
sum áður var ein virðisskapandi tilvirkað vøra, er í ídnaðarsamfelagnum eisini vorðin ein avlopsvøra.

Reyði tráðurin í framsýningini er, at list og sniðgeving kunnu vísa til onnur virði í einari tíð við materiellari ovurnýtslu. Úr hesum næra og heimsspekiliga støðinum, har ullin er felagsnevnarin, til eina hugvegkjandi rannsakan av klæðum okkara.

Tak børnini við
Fá tær ein parlør við úr móttøkuni, sum hjálpir við at skilja íslendska málið, og tak so børnini við runt í heiminum hjá íslendu Ýrúrári og fá eitt prát um lýti og mistøk, og hvussu vit kunnu fagna lýtunum. Eftir rundferðina kunnu børnini sniðgeva teirra egnu bót at umvæla klæðir við.

Upplatingardagur
Øll eru vælkomin til upplatingina av framsýningini leygardagin 23. september kl. 15-17. Seinnapartin verða talur, ein føroyskur DJ, ein rættilig troyggjupallseting og ábit og drekka afturvið. Vit gleða okkum til at hitta tykkum.

Framsýningin kann vitjast frá 23. september til og við 28. januar 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo