Ronald Koeman verður ikki aftur at síggja á venjarabonkinum hjá Everton aftur.
Premier League-felagið hevur givið honum fótin.
Tað váttar felagið á Twitter.
Eftir bert átta stig á níggju dystir liggur Everton á 18. plássi og harvið til niðurrykking í Premier League. Samstundis liggur felagið niðast í Europa Cup-bólkinum við einum fátækum stigi fyri tríggjar royndir.
— Everton (@Everton) October 23, 2017
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo