Leygarkvøldið 20. oktober kl. 20.00 og sunnukvøldið 21. oktober kl. 18.00 verða evangeliskir fundir í Badmintonhøllini í Klaksvík.
Leygarkvøldið syngja Heine Lützen og Magni Christiansen, og sunnukvøldið syngja sangbólkurin VITIN og Heine Lützen. Eisini verður góður felagssangur.
Svenning av Lofti ber fram ein greiðan evangeliskan boðskap.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo