Ísrael sleppur at luttaka í Eurovision kappingini, váttaðu fyriskipararnir aftur í dag.
Og við tí avvísti EBU einaferð afturat at útihýsa Ísrael av krígnum í Gaza, skrivar NRK.
Mikudagin almannakunngjørdu 400 kend, teirra millum filstjørnan Helen Mirren, bretski sangarin Boy George og fyrrverandi Kiss-limurin Gene Simmons, eitt opið bræv sum stuðlaði avgerðina hjá Eurovision um at varðveita luttøkuna hjá Ísrael.
– Hetta er ikki ein kapping millum stjórnir, segði EBU-stjórin Noel Curran, og endurtók sostatt orðingina frá januar.
Russland er útihýst av Ukraina-krígnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo