Eurovision er eitt av teimum heilt stóru altjóða tónleikatiltøkunum og sum eisini mangir Føroyingar við fragd njóta á hvørjum ári.
At luttaka í Eurovision hevur stóran týdning fyri tónleikararnar men hevur eisini risa týdning fyri ferðavinnuna hjá luttakaralondunum., tak bara Húsavík í Íslandi.
Og so kemur spurningurin – hví luttaka vit føroyingar ikki?
Vit hava í dag tónleikarar og komponistar sum eru á altjóða og á Eurovision støði.
KVF, FMA og Norðurlandahusið kundu uttan trupulleikar staðið fyri føroysku kappingini.
Trupulleikin er sum ikki einaferð okkara Ríkisfelagsskapur!
Fyri at luttaka í Eurovision skal Kringvarp Føroya gerast limur í felagsskapinum EBU (European Broadcasting Union).
Limagjaldið er ikki serliga stórt og verður ásett eftir støddini á limalandinum og vil ikki verða nakar trupulleiki fyri KVF.
Trupulleikin er at bert sjálvstøðugar tjóðir kunnu verða limir i EBU – júst tað sama sum við OIC (Olympiaduni).
So skulu vit luttaka í Eurovision mugu vit vinna Danska Melodi Grand Prix – Harkaliðið var nær við at vinna á sinni og vit vóna at gávuríki føroyingurin Reiley fer at klára seg væl nú leygarkvøldið við sínum lagi sum eg haldi er upplagt á Eurovision støði, spennandi verður hvussu fer at ganga!
Eg fari at heita á Sirið Stenberg og Høgna Hoydal um at royna at útvega Føroyum limaskap í EBU sum skjótast og kanska Sjurður Skaale fær donsku stjornina at leggja eitt gott orð inn fyri Føroyar hja EBU.
Sjálvstøðug føroysk luttøka í Eurovision vil hava stórt gagn fyri Føroyar, bæði listarliga og vinnuliga.
Johan Mortensen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo