Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Ja, hvør skal nú tendra jólatræið á Vaglinum, nú Esmar pakkar saman? Tað var ein av spurningunum, havdur var á lofti í dag, nú Esmar hevur ikki minni enn 46 ára starvsdag og hóttir við at leggja frá sær. Hann fylti 70 herfyri.

Annika Olsen, borgarstjóri, segði í stuttari røðu, at Esmar helst má roknast sum ektaður havnarmaður við tíðini, hóast hann er hálvur toftamaður og hálvur hvalbingur, føddur á Toftum og uppvaksin í Bø Havn og soleiðis eisini ektaður bøfressur.

- Tey ungu í dag vita helst lítið um at vaksa upp úti í Bø, men eg skilji, at økið var ein sonn perla hjá børnum at vaksa upp í við Lítluvík, Vágsbotni, Skipasmiðjuni og Skálatrøð sum grannum.

- Vit hava eisini hoyrt menn sum Birgar Johannesen, Jørleif Kúrberg og aðrar siga frá øgiligu bardøgunum millum bødreingirnar, rabarburnar, teir á Ingutrøð, teir í Hornabø og aðrar – og tað mást tú so eisini hava upplivað í fimti- og kanska mest í sekstiárunum.

- Tíbetur fyri okkum, so er slutt við borgarakríggjum í Havn - og tú sært út til at vera komin rættiliga heilskapaður burturúr tí. Tá tú vart liðugur við skúlan fórt tú í elektrikaralæru hjá Einar Mikkelsen, og fá ár seinni, í 1974, byrjaði tú so á gøtuljósdeildini hjá Tórshavnar kommunu, har Hjørleif Hansen tá einsamallur hevði tikið sær av gøtuljósunum.

- Viggo fortelur, at tú bara vart “læntur” frá Einari – men um so er, so hevur onkur gloymt at bera teg aftur, tí tú hevur verið her síðan. Tá helt gøtuljósdeildin til í Kjallaranum í Kjelneshúsum á Húsabrúgv. Seinni varð so farið í kjallaran á Reinsarínum í Tórsgøtu, og í 1992 út á gamla Marga í Torfinsgøtu 21, har bilverkstaðurin hjá Carlo Petersen helt til. Tá Hjørleif fór frá sum fyristøðumaður, so vart tú settur í tað starvið.

- Ein stór gáta er, sum vit ikki ordiliga hava klárað at loyst. Og tað er, at alt økið úti í Bø upprunaliga var eitt reint HB-umhvørvi. Um tað var orsakað av tilflytarum, at hetta broyttist, er møguligt, men her blivu øll B36-viðhaldsfólk. Og ikki minst tú sjálvur.

- Vit kenna teg eisini frá Felagnum Byrsumúla, har tú hevur umboðað Føroyar á Oyggjaleikum og har tú hevur verið sera virkin. Eg vóni í hesum sambandi, at tú ert fegin um tær betraðu rammurnar, vit eru við at skapa fyri ítróttina inni á Sandvíkum.

- Tí um ikki annað, so fært tú nú vónandi góðar stundir at skjóta nøkur skot har uppi. Tað forpliktar eisini eitt sindur, at tú á sjeyti ára føðingardegnum vart gjørdur til heiðurslim nummar tvey hjá Byrsumúla – Simme er nummar eitt – og báðir vóru tit við til at stovna Byrsumúla. - Hesi árini tú hevur verið í starvi hjá kommununi eru stórar broytingar farnar fram. Træpelar eru ongir eftir og ongar luftlinjur til fuglarnar at sita á. Men so nógv túsund gøtuljós eru at halda skil á, at Havnin er farin at líkjast útlendskum stórbýum.

- Í farna mánaði fylti tú 70 og nú hevur tú so gjørt av at leggja frá tær. Sum mongu árini vísa, so hevur tú verið kommununi ein sera trúgvur starvsfelagi, og tú hevur røkt títt starv til fullnar.

- Og tað er helst óneyðugt at endurtaka, hvussu ómetaliga stóran týdning trúføst starvsfólk hava. Fólk við vitan og hegni, fólk sum altíð eru at heita á, fólk sum duga sítt starv til fulnar og nærmast ikki kunnu erstattast.

So góði Esmar – hjartaliga tillukku við sjeyti ára degnum og hjartans takk fyri 46 ár í trúgvari tænastu hjá Tórshavnar kommunu, segði Annika Olsen, borgarstjóri, í røðu fyri Esmari Andreasen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo