Fleiri limir í ES-Parlamentinum hava eftir øllum at døma fingið pening frá Russlandi fyri at breiða út russiska propagandu.
Tí krevja fleiri bólkar í ES-Parlamentinum, at ein kanning verður gjørd av ákærunum móti politikarunum.
Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Kravið kemur eftir at forsætisráðharrin í Belgia, Alexander De Croo, í gjár greiddi frá málinum. Her nevndi hann, at upplýsingarnir komu frá einum samstarvi millum fregnartænasturnar í Belgia og Tjekkia.
- Vandin er veruligur, og vit mugu handla, segði hann undir orðaskifti í belgiska partlamentinum, skrivar DR.
Dagin fyri boðaði Tjekkia frá, at myndugleikarnir í landinum høvdu avdúkað eitt netverk, sum hevur breitt út russiska propagandu í Europa.
Hetta var gjørt gjøgnum tíðindamiðilin Voice of Europe, skrivar Ritzau.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo