Løgmansskrivstovan: Hósdagin 14. mars vitjar ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð, at forfólkið í ES-nevndini vitjar í Føroyum.
Løgmaður, Aksel V. Johannesen, er vertur fyri vitjanini.
Semjuskjal millum Føroyar og Evropasamveldið
Endamálið við vitjanini er at undirrita semjuskjal millum Føroyar og Evropasamveldið um styrkt samstarv. Føroyar og ES hava arbeitt við semjuskjalinum í longri tíð, og nú er skjalið klárt at undirrita.
Endamálið við semjuskjalinum er at skipa ein yvirskipaðan karm fyri samstarvið millum Føroyar og ES og at menna viðurskiftini enn meira. Á vitjanini fær ES-nevndarforkvinnan somuleiðis høvi at kunna seg um ymisk føroysk viðurskifti við atliti at samstarvsøkjunum í semjuskjalinum, sum millum annað fevnir um burðardygd og veðurlagsbroytingar
- Tá eg vitjaði í Brússel í heyst, segði eg, at eg var bjartskygdur um, at vit skjótt fóru at síggja ítøkilig úrslit. Tað síggja vit nú. Undirritanin av semjuskjalinum er eitt týðandi stig á leiðini til at menna samstarvið millum Føroyar og ES. Somuleiðis fegnist eg um, at ES-nevndarforkvinnan nýtir hetta høvið til at vitja Føroyar, og eg haldi at hetta kann vera viðvirkandi til at økja um tilvitanina um týdningin av samstarvinum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Undirritan og stuttur tíðindafundur
Hósmorgunin 14. mars verður fundur í Tinganesi millum løgmann og ES-nevndarforkvinnuna. Eisini luttaka landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum og danski forsætisráðharrin. Eftir fundin verður semjuskjalið undirritað. Síðani verður ein stuttur tíðindafundur, sum løgmaður og ES-nevndarforkvinnan luttaka á.
Stutt vitjan, men fjølbroytt skrá
Í sambandi við vitjanina verður eisini farið umborð á hybridskipið Bakkafoss. Leiðin gongur eisini til Kaldbaks at vitja Ocean Rainforrest, ið millum annað luttekur í ES-granskingarsamstarvinum Horizon Europe.
Vitjanin endar í Bø, áðrenn ES-nevndarforkvinnan við fylgi fer av landinum aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo