Norska E24 skrivar at ES í kvøld hevur fryst ognirnar og sett í verk innferðarloyvi móti fleiri russiskum milliardingum, sonevndum oligarkum, skrivar Financial Times, sum vísir til ein longri sanksjónslista lagdur fram av ES.
Á listanum finna vit millum annað Alfa Group-stovnaran Mikhail Fridman, sum sunnudagin skrivaði at «kríggj ongantíð er svarið».
Mett verður at Fridman hevur eina ogn á 11,4 milliardir dollarar, sambært milliardindeksinum hjá Bloomberg. Hann sigst hava havt eitt tap á sínum íløgum á um 2,5 milliardir dollarar higartil í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo