Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Eins væl og tað hevur týdning at hava eitt gott undirstøðukervi, tá tað snýr seg um vega-, tok-, ferju- og flogsamband í Norðurlondum, er tað eisini av týdningi at eiga eitt mentalt undirstøðukervi, sum fyritreyt fyri at vit norðbúgvar fata og skilja hvønn annan.

Men er henda felags fatanin við at fara fyri bakka? Hava vit slept skandinaviska málfelagsskapinum, sum einaferð bant okkum saman, nú alsamt fleiri norðurlendingar eru farin at málbera seg á øðrum fremmandamáli? Og var tað skilagott at taka danskt burtur úr undirvísingini á miðnámi?

Í sambandi við at norrønu feløgini í ár hátíðarhalda hundrað ára stovningardagin fyri teimum fyrstu feløgunum, setur Norrøna Felagið í Føroyum saman við Norðurlandahúsinum málspurningin á breddan.

Skipað verður fyri orðaskifti við luttøku av Høgna Hoydal, landsstýrismanni við ábyrgdini norrøna samstarvinum, Barbaru Gaardlykke Apol, forkvinnu í ungdóms-norðurlandaráðnum og Kate Sanderson fyrrverandi sendikvinnu Føroya til ES. Jákup Sørensen, týðari og ráðgevi hjá NORA, leggur fyri og stýrir orðaskiftinum, og hann setir spurningin, um tað er sjálvt kittið í mentala undirstøðukervinum, sum er við at molna millum fingrar okkara.

Eisini verður høvi at seta panelinum spurningar.

Tiltakið verður í forhøllini í Norðurlandahúsinum mikudagin 20. mars klokkan 17 til 18

Talan er um eitt av nátturðabita-tiltøkunum hjá Norðurlandahúsinum, og tað vil siga, at høvi verður at keypa ein bita at eta áðrenn ella meðan tiltakið er.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo