Fleiri hava sett spurningin á lukkaðum forum á sosialum miðlum, men bara gitingar sum svar.
Tað ber ikki til at søkja danskt CPR nummar tá ein er burturstaddur og long bíðirøð hjá ríkisumboðnum, kann viðføra at næsta útmynstring aftur førir til karantenudagar (fongsul) á onkrum hotelli og hetta tí at ein ikki hevur danskt CPR nummar og NEMID!
Tað er heldur løgið at føroyingar ikki kunna fáa eitt ES-góðkent koronapass uttan at skulla søkja sær eitt danskt CPR nummar.
Eru vit veruliga so aftarlaga sum samfelag, at vit ikki klára at fáa hetta uppá pláss!
Og við so nógvum sjómonnum og øðrum arbeiðsfólki ið reisa um landamørk fyri at sleppa til arbeiðis.
Tað eru fleiri 100 fólk (fyri ikki at siga 1000) ið ynskja svar uppá um fyrisitingin arbeiður við eini loysn ið helst var klár í gjár.
Útisiglari
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo