Danska Fólkatingið er ógvuliga upptikið av, um føroyingar kvetta alt samband við Russland.
Fólkatingsfólk okkara lata seg tøla av hesum og siga at alt samband verður kvett.
Hetta er sjálvandi eitt løgtingsmál.
Um vit hyggja eftir hvat danir gera, so eru t.d. Hempel, Carlsberg, F.L. Smith, Ecco, Rockwool og nógv onnur donsk feløg ikki farin úr Russlandi enn, eitt ár aftaná russisku innrásina.
Noreg hevur heldur ikki kvett sítt samband við Russland, teir loyva enn russiskum skipum at koma í havn.
ES hevur innflutt kolvetni úr Russlandi fyri 137.659.000.000 € síðani 24. feb 2022.
Her síggjast tølini:
Sjálvandi eru vit hørm um hesa russisku innrásina, men eru tað bara vit sum skula kvetta heilt, meðan lond sum Danmark og Noreg kunna gera sum tey vilja?
Royters
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo