Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú sæt út til at verða møguligt at keypa fjølmiðlar. Ingi á blaðnum Vikuskiftið sær ikki út til at skilja, at fyrispurningar á Løgtingi um stórhøll í Havn eru juridiskir spurningar.

Øll sum hava sitið í kommunustýri vita, at tað ætlanin er at gera, er í minsta lagi ivasamt og kanska lógarbrot.

Tað hevur altíð verið útlagt at vera lógarbrot.

Um Ingi gjørdi research, so sá hann, at onnur kunnu gera høll fyri ½ prís?

Landsliðið leikti í rumenskari høll við meira enn 2000 áskoðaraplássum, sum kostaði minni enn 40 milliónir at byggja í 2021.

Donsk høll við 3.200 áskoðaraplássum er bygd í 2020 fyri 81 mió.

Hví brúka 217 mió. pluss eykarokningar?

Hví kemur onkur við einari lyklaklárari høll, har felagið sum skal byggja longu er avgjørt?

Er tað kanska sami leistur, sum skal brúkast tá Tórshavnar Havn í samstarvi við privata fyritøku sum skal byggja?

Also uttan útboð og framíhjá, sum avgjørt hevur sínar fyrimunur, men eisini vansar og tí er regulerað við almennum reglum um útboð.

Ingi átti tí at vita, at tað tosað verður um, eftir tí uppfatan sum higartil hevur verið, er beinleiðis lógarbrot.

Lógarbrot, sum býráðslimir eftir vanligari uppfatan eiga at hefta persónliga fyri.

Somuleiðis átti Ingi at vita, at avtala, sum kostar kommunukassanum 15 mió. fyri at gera pláss fyri ólógligum stuðli, eisini kann verða ansvars-pádragandi.

At onki skjal finst í býráðnum um hetta, ger tað bara so mikið meira ansvars-pádragandi.

Tí er fyrispurningurin á Tingi nakað sum journalistar longu áttu at havt spurt um.

Men í staðin kláraði Portalurin at seta stórt uppsetta grein við einum av stigtakarunum um hesa somu ætlan, uttan at spyrja kommununa, um hetta var lógligt ella ikki.

Ingi átti tí at vita, at ætlanin er fleiri ára gomul og at Annika Olsen, sum borgarstjóri, fekk nógvar upplýsingar um hesa høll.

Ein vanlig høll kann byggjast fyri á leið teir pengar, sum Tórshavnar kommuna hevur samtykt. Tí kann Tórshavnar kommuna bara byggja sjálv.

Tí gevur ætlanin, at byggja fyri dupultan kostnað als onga meining.

Tað skal ikki so nógvur intelligensur til, fyri at skilja, at hetta ikki gevur meining.

Tað er undarligt, at journalistar ikki hava áhuga í tí, sum eftir vanligari uppfatan higartil hevur verið roknað sum beinleiðis lógarbrot.

Tað er onki sum er normalt við hesari bygging.

Ongin journalistur er so býttur at hann ikki skilur tað.

Tit eiga eisini at vita at kommunustjórin í Havn ikki passar sítt arbeiði, men dekkar útyvir, aftaná at borgarstjórar hava vassað djúpt, heldur enn at forða teimum í at vassa djúpt.

At leypa á politikara, sum spyr einfaldar juridiskar spurningar er langt uttan fyri mark.

Bæði Tórshavnar kommuna og stigtakararnir brúka risastórar upphæddir til lýsingar.

Tí er nærliggjandi at spyrja: Rennur Ingi ørindir í vónini um at fáa hart tiltrongdar lýsingar?

Eivind Jacobsen
Strendur

P.S. Um onkur hevur hug at tosa uttanum, so eri eg fyrrverandi borgarstjóri við ávísum kunnleika til at vera røttu megin lógina. Ein av stigtakarunum til líknandi høll, innanfyri §50 í kommunulógini umframt ½ prís. Og floksfelagi hjá Anniku.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo