Hagstova Føroya er farin at kanna, um føroyska arbeiðsfjøldin framvegis er millum tær størstu í Evropa.
Tað var hon í fjør, við Íslandi beint í hølunum.
Arbeiðsfjøldin telur, hvussu nógv fólk kunnu veita arbeiðsmegi av teimum, ið eru millum 15-74 ár og búsitandi í Føroyum.
Ein partur av grundarlagnum undir hagtølunum eru viðtalskanningar umvegis telefon, og á hvørjum ári verða á leið 1.000 fólk uppringd, ung sum eldri. Gallup Føroyar ger viðtalurnar fyri Hagstovuna.
Í 2020 vóru 31.793 fólk í føroysku arbeiðsfjøldini ella 84,3% av øllum búsitandi í Føroyum, sum vóru millum 15 og 74 ár. Og tað var tað mesta í Evropa.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo