Drúgt orðaskifti hevur verið um uppskotið: Løgtings-og landsstýrismenn v.m., broytt starvsheiti.
Við 26 atkvøðum fyri og 7 ímóti var uppskotið samtykt við 2. viðgerð og fer víðari til 3. viðgerð.
Skotið var eisini upp at koyra mál nummar 69 áftur í nevnd, men tað fall og eisini broytingaruppskotið hjá minnilutanum.
Eisini Uppskot til broyting í Tingskipan Føroya Løgtings var samtykt við 2. viðgerð og fer víðari til 3. viðgerð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo