Í gjár varð FM kappingin fyri seniorar endaliga avgreidd, tá Erling í Liða vann seinasta dystin móti Krisjani Christiansen 3-6 3-6.
Erling vann sostatt allar dystirnar í kappingini, har allir spældu móti øllum, og átti harvið eisini munin á Martini Heinesen, ið endaði á øðrum plássi.
Dysturin teirra millum varð spældur dagin eftir ólavsøku og endaði við úrslitinum 6-3 2-6 3-10 til Erling.
Vit frætta, at talan var um eina frálíka og rættiliga javna kapping við fleiri góðum dystum, og sigast má, at orkustøðið hjá seniorunum er rættiliga høgt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo