Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Erling Eidesgaard, tingmaður fyri Tjóðveldi, hevur júst nú sagt frá tingsins røðarapalli, at hann kann ikki verja landsstýriskvinnuna Ingilín D. Strøm.

Hetta kann neyvan merkja annað enn, at Erling Eidesgaard tekur undir við misálitinum.

Og tað sama skiltist á røðuni sum Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevði beint aftaná, at hon tekur eisini undir við misálitinum á Ingilín D. Strøm.

Fylg við orðaskiftinum

Erling Eidesgaard segði millum annað, at "eg veit bara tað, at eg skal kunna hyggja mín veljara í eyguni. Og eg skal eisini kunna hyggja meg sjálvan í eyguni. Og eg rokni við, at tað eru fleiri við mær her inni, sum sita við somu kenslu."

- Vit mugu viga og máta okkara egnu eftir sama skala, sum vit viga og máta onnur eftir …

- Eg kann tí ikki verja landsstýriskvinnuna.

- At tær fólkaræðisligu grundsúlurnar – landsgrannskoðarin, løgtingsgrannskoðararnir, løgtingsins umsiting og landsstýrismálanevndin – verða álopnar og skúgvaðar til viks, sum vit hava verið vitni til í hesum máli, kann eg ikki lata fara aftur við borðinum.

- At vart landsstýriskvinnuna ímóti misáliti, tá løgtingsins umsiting klokkuklárt sigur, at landsstýriskvinnan tilvitað hevur sagt ósatt fyri Løgtinginum og harvið hevur brotið § 5, stk. 2 í løgtingslóg um ábyrgd landsstýrisins, hevði verið at farið uppá kompromis við mín integritet.

- Hetta er ein alt ov høgur prísur at gjalda fyri at bjarga einum landsstýrisfólki undan einum trupulleika, sum hon sjálv er komin sær í.

- Einki landsstýrisfólk, eingin flokkur og eingin samgonga er størri enn fólkaræðið og tær súlur, sum fólkaræðið byggir á.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo