Tað er heilt groteskt at hoyra, hvussu hysteriskt summir republikanarar leika í um, at man í Klakksvík hevur hongt eina rættiliga sakleysa plakat upp um føraran í Tjóðveldisflokkinum.
Hvat er tað fyri ommusystraligt hyklarí?
Skriving og plakatir frá Tjóðveldinum móti mótstøðufólki hevur aldrin havt nakað minstamark fyri, hvussu grovir og perfidir, teir kundu vera ímóti bæði sambandsfólki og danskarum.
Nú gremja hesir hyklarar seg ynkiliga og patetiskt um, at ein plakat í Klakksvík er eitt sindur sarkastisk um teirra fjákuta førara, sum annars aldrin plagar at leggja fingrarnar ímillum.
Sjálvt um hann er uttastovu ministari gongur tað næstan ikki ein vika, har hann ikki útsvínar og loypir á bæði Danmark og danskarar.
Hann skal eitast at umboða diplomati!
Tað er heilt óhoyrt fyri ein ministara at bera seg so ófólkaliga at, sum harra Hoydalur ger.
So hvis hann fær eitt sera beskeðið satiru-álop í Klakksvík er tað avgjørt einki at lippa og gremja seg um.
Ynkiligir eru republikanarar, tá ið teir sjálvir koma í andglettin! Tá tola teir slett einki av!
Virgar T. Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo