Viðurkendi sportsviðmerkjarin Richard Keys, sum millum annað hevur arbeitt í BBC, ITV og Sky Sports, er ikki mildur í sínum kritikki av niðurlendinginum í nýggjum bloggi.
– Ten Hag hevur brúkt 220 milliónir pund - meira enn nakar annar venjari hevur brúkt somu tíð - fyri at flyta liðið neyvt ... ongar staðir, skrivar Keys.
– Hann er tømdur fyri umberingar. Tað er eitt ávist tal av ferðum tú kanst skylda upp á at spælararnir eru «óprofesjonellir», ella at teir «ikki fylgja leikætlanini». Men slíkt prát verður nakað tunt, heldur sportsviðmerkjarin.
Og United-legendan Dwight Yorke er eisini ein av teimum sum finst at ten Hag.
– Ten Hag fær rós tá ið liðið leikar góðan fótbólt, so hann má eisini tola atfinningar tá ið tað gongst illa.
Í Premier League hevur United vunnið 56 prosent av dystunum higartil. Undir teimum báðum árunum hjá Solskjær vann United 51 prosent av dystunum.
Men talið av taptum dystum er hægri nú. Undir ten Hag hevur liðið tapt 26 prosent av Premier League-dystunum. Undir Solskjær tapti United 18 prosent av dystunum tær báðar fullu sesongirnar Solskjær var venjari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo