Forsetin í Turkalandi, Recep Tayyip Erdogan, skal hitta forsetan í USA, Joe Biden, í Hvíta Húsinum tann 9. mai, siga turkiskir tænastupersónar fyri Reuters og AFP.
Túrurin hjá Erdogan í Hvíta Húsinum verður tann fyrsti síðani Biden gjørdist forseti. Seinast Erdogan var í Washington var í 2019, tá ið hann hitti Donald Trump, og Ankara hevur roynt at fáa ein fund í lag síðani valsigurin hjá Biden í 2020, skrivar norska TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo