Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í eina tíð hava bæði Landsbankin og Búskaparráðið roynt at sannført okkum øll um, at pensjónsaldurin í Føroyum má hækka.

Tað snýr seg um haldføri. Ein vaksandi partur av føroyingum verður eldri enn 67 ár, meðan ein lutfalsliga minni partur verður á arbeiðsmarknaðinum, og tí má nakað gerast, fyri at fáa pensjónir og almennar inntøkur at hanga saman. Hetta er til at skilja.

Men leygarkvøldið trein landsbankastjórin fram í Útvarpinum, har hon boðaði frá, at vit hava ráð til at sleppa okkum av við ríkisveitingina, sum sambært innslagnum er tilsamans ein milliard krónur um árið. Hetta kann lata seg gera við umraðfestingum, segði hon.

– Nakrar kommunusamanleggingar og nakrar rationaliseringar, so er tann milliardin komin uppá pláss.

Men so havi eg hug at spyrja: Um vit hava ráð til at minka inntøkurnar við einari heilari milliard um árið, hava vit so ikki eisini ráð til at rinda okkara eldru borgarum pensjón?

Um vit til dømis hækka pensjónsaldurin so nógv, at vit fáa 5.000 færri pensjónistar, so hevði ein milliard krónur rokkið til at goldið hesum 5.000 heilar 200.000 krónur í part um árið (slakar 16.700 krónur um mánaðin eftir skatt – tað er umleið dupult so nógv, sum ein stakur fólkapensjónistur fær í dag).

Hví hava vit ráð til at lækka inntøkurnar við einari milliard, um vit ikki hava ráð til at rinda 5.000 fólkum pensjón?

Eg veit sjálvandi, at roknistykkið er ikki heilt so einfalt, tí tað snýr seg ikki bara um pensjónir, men eisini um eldrarøkt o.a., men eg gangi út frá, at tey sum eru eldri enn 67 ár, og framvegis orka at arbeiða, eru ikki tey somu, sum hava brúk fyri eldrarøkt.

Tað kann heilt einfalt ikki passa, at vit kunnu lækka inntøkurnar við eini heilari milliard við bara nøkrum umraðfestingum, samtíðis sum vit ikki hava ráð at lata eldri føroyingar fáa pensjón. Hetta hongur snøgt sagt ikki saman. Tí er mín spurningur: Um vit bara lata ríkisveitingina fáa frið, er tað so ikki neyðugt at hækka pensjónsaldurin?

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo