Tað hevur ligið á ljóði, at onkrir politikkarar, sum sita í samgongu og harvið hava valdið í landsins politisku leiðslu halda, at tað er best aftur at skilja sundur Búskaparráðið og Landsbankan, nú ráðgevingin gongur teimum ímóti. Sjálvur heldur undirritaði, at tað ikki er skilagott at skilja Búskaparráðið og Landsbankan frá hvørjum øðrum aftur.
Orsøkirnar eru bæði fakligar og kostnaður.
Tað fakliga - styrkt fakligt umhvørvi
Áðrenn Búskaparráðið og Landsbankin blivu løgd saman, var støðan hon, at Búskaparráðið hevði 1 ella 1,5 fólk sum skrivara, ið arbeiddu fyri seg sjálvan - meira og minni. Tað at sita í einsemi og loysa slíkar fakligar uppgávur gevur eitt avmarkað fakligt umhvørvið, eitt fakligt umhvørvi, ið er neyðugt fyri at skriva frágreiðingar, har sum flestu møgulig árin av einum og hvørjum eiga verða lýstar. Ein kann siga, at manglandi sparring millum fleiri fólk, kann geva “blindar vinklar”.
Við at savna Búskaparráðið og Landsbankan, er styrkt um fakliga umhvørvið, tí nú eru tað 9 ella 10 fólk, ið kunna geva sítt íkast til arbeiðið hjá Búskaparráðnum (sum skrivarar), heldur enn 1 skrivari. Hettar merkir eitt betri fakligt umhvørvi fyri viðkomandi skrivarar, ið starvast fyri Búskaparráðið, tí tað er møguligt at sparra við fleiri fólk. Við at fleiri eru við at lýsa eitthvørt, er møguligt at fáa ein breiðari og djypri lýsing av einhvørjum evni, soleiðis at hædd verður tikið fyri tí mesta. Eitt styrkt fakligt umhvørvið, har viðkomandi skrivari eisini hevur starvsfelagar at arbeiða saman við, heldur enn at sita einsamallur/einsamøll betrar eisini um starvsfólkatrivnaðin. Ein betri trivnaður tryggjar, at fólk eru longri í starvi, sum aftur tryggjar, at hesi somu hava fleiri royndir og djúpari vitan um økið. At hava somu royndu fólkini í starvi í longri áramál, er við til at tryggja góðskuna í arbeiðinum. Innan vitanarstørv er næstan altíð eitt ynskja um at arbeiða fleiri heldu enn í einsemi, til dømis innan KT økið, Kommunulækna økið, verkfrøðinga økið osfv.
Róð verður framundir, at Landsbankin ikki fær sagt sína hugsan um eitthvørt, tí nevndin í Landsbankanum og Búskaparráðið er sama nevnd. Hettar er ikki rætt. Sitandi formaður leggur seg ikki útí fakligu tilmælini hjá Landsbankanum. Stjórin í Landsbankanum avgerð fakligu tilmælini hjá Landsbankanum. At Búskaparráðið, Landsbankin og kanska onnur við, koma við somu tilmælum í ávísum førum er ikki eitt tekin um, at bland koma í uppgávur, men heldur ein ábending um, at politikarar, sum sita við valdið, áttu at lurta eftir tí fakliga boðskapinum og innihaldinum. Hava Búskaparráðið og Landsbankin sama tilmæli/boðskap eigur hann at standa sterkari heldur enn veikari.
Søguligar royndir vísa eisini at verður farið aftur til undanfarnu skipan, har Búskaparráðið stendur meira ella minni einsamalt, tá kann tað gerast ein trupulleiki at manna Búskaparráðið. Orsøkir til hettar fyribyrgdi eru nettupp eitt avmarkað fakligt umhvørvi og stóra arbeiðstrýstið av somu orsøk.
Tað fíggjarliga - meira ráðgeving fyri færri krónur
Við at hava eina nevnd heldur enn tvær nevndir, sparir landið pening. At skrivarar í Búskaparráðnum sita í hølum hjá Landsbankanum verður peningur eisini spardur. At nevndin í Búskaparráðnum, ikki tørvar at leiga sær hølir, tá frágreiðingar skula skrivast, men brúkar hølini hjá Landsbankanum, tá sparir landið pening. Við at fyrisitingin í Landsbankanum (stjórin) avgreiðir alt tað fyrisitingarliga er ikki neyðugt við eykað kostnaði til fyrisiting. Hartil eru vit í felag um KT, trygdarviðurskifti, Journal umframt aðrar hentleikar.
Búskaparráðið hevur eisini tilmælir til politisku skipanina um at leggja saman almennar stovnar og effektivisera fyri at fáa meira haldføri í búskapin. At skilja sundur Landsbankan og Búskaparráðið gongur beint ímóti hesum tilmæli.
Samanumtøka.
Kreppan í 90’inum er íkomin av politiskum avgerðunum í 80’inum. Hóast óteljandi ávaringar frá (donskum) ráðgevum varð ikki lurtað. Úrslitið av politisku avgerðunum í 80’inum kenna fleiri okkara. Í 90’inum kendu vit avleiðingar sum armóð, stóra fólka fráflyting, arbeiðsloysi uppí 25%, bústaðir uttan virði og so framvegis. Læran bleiv, at neyðugt var at styrkja um fyrisitingina soleiðis, at politikkarar ikki gjørdu somu feilir umaftur. Hettar var ein av orsøkunum til, at miðfyrisitingin og aðrir stovnar við, ið skulu ráðgeva og leiðbeina politisku skipanina blivu settir á stovn. Politiska skipanin eigur tí at styrka og stuðla um ráðgevingina til politisku skipanina, heldur enn tað øvugta.
Sitandi formaður situr ikki fyri at verða afturvaldur, men fyri at røkja uppgávuna samvitskufult. Hugsi um uppgávuna sum formaður í Búskaparráðnum sum eina borgaraskyldu. Um mín persónur er trupulleikin, tí “tosað verður Roma ímóti”, tá vil undirritaði heldur enn fegin tikið seg av uppgávuni, soleiðis at verandi bygnaður kann standa.
Manglandi mótspæl til sitandi politiska valdið, er ikki skilagóð leið framá. Fíggjarligar avbjóðingar liggja fyri framan, sum eingin hevur sett hol á at loysa enn.
Gott summar og øll somul.
Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo