Ì kvøld var eg á almennum fundi hjá Sands Kommunu. Endamálið var at fáa meining frá fólkum flest um ætlanina hjá sokallaða Tunnilsfelagnum í samband við vegaføringina í samband við Suðuroyatunnilin.
Tá ætlan teirra er at byrja í Sandoynni, og at tunnilin kemur upp í Djúpadali nær Skarvanesi, er fylgjan tann, at vegurin frá Djúpadali til tunnilsmunnan um Skopunarfjørð kemur ígjøgnum Sands bygd, og er til óbótaligan skaða fyri umhvørvið her!
Vit skilja væl, at suðuroyingar vilja hava ein undirsjóvartunnil, og viðmæla, at hesin kemur upp í Skúvoy. Til gagns til so mong, sum gjørligt!
Fundurin í kvøld hevði eina avgjørda støðu til, at leiðin ikki skal ganga til Djúpadals, men heldur undur Skúvoynni og til sandsbygd, og koma upp væl norðanfyri bygdina, á veg til Sandoyartunnilin!
Komin heimaftur síggi eg í miðlunum, at grein hjá G. Justinussen mælir frá at gera suðuroyartunnil, tí henda íløga er so dýr fyri samfelagið, at vit klára ikki at bera tað!
Nú eri eg komin somikið til árs, at tað verður ikki eg sum skal bera útreiðslurnar, men somikið kenni eg søguna, at tá bódasamfelagið kom at endanum, tá leitaðu føroyingar flestir til Suðuroyar fyri at fáa til lívsins uppihald, og tað var á suðuroyðaleiðini, at Smyril var fullsettur av bygdamonnum, bæði úr Sandoynni og øðrum oyggjum, tí vinnumøguleikarnir til inntøku av fiskivinnu vóru í Suðuroynni.
Eg veit væl, at hesar fortreytir eru ikki í løtuni. Samfelagið er broytt og somuleiðis tørvur okkara, men vit mugu varða okkum ímóti at halda, at alt fer at vera eins og í dag!
Á okkara fundi í dag varð endað við at syngja ”fyrsta” ørindi úr tjóðsanginum. Sjálvur dámar mær best at syngja allan!
Í næsta ørindi stendur millum annað: ”Og myrkrið, sum fjalir mær bjartasta mál, og ljósið, sum spælir, mær sigur í sál, alt streingir ið tóna, sum vága og vóna, at eg verji Føroyar mítt land!”
Eyðun Mohr Viderø
09.12.2024
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo