Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá vit fara út at eta, kann tað vera at har er meira á matskránni, enn vit høvdu væntað.

Alt ov nógv ung eru fyri órætti á arbeiðsplássinum, og endiliga hevur hetta fingið uppmerksemi í miðlunum. Tí mugu vit smíða, meðan jarnið er heitt, so broyting kemur í.

Tað, at tosa um arbeiðsumhvørvið hjá okkum, er púra vanligt millum ung. Vit ungu kenna øll onkran, ið hevur arbeitt undir umstøðum, ið mann lættiliga kann seta spurnartekin við. Foreldur kenna allarhelst eisini fleiri slíkar søgur, sum antin tey ella børnini, hava upplivað.

Men hesar søgur mugu síggja dagsins ljós! Nú vilja vit seta sjóneykuna á tey mongu ungu, ið arbeiða í einum óskipaðum arbeiðsmarknaði. Ynskir tú eisini betri skipaðar og tryggari arbeiðsumstøður fyri ung? Hjálp okkum at leggja trýst á, við at fortelja okkum tína søgu.

Órættur kemur í nógvum ymsum formum, t.d. ov lág løn, happing, at vera trektur í løn, at ongan starvssáttmála hava, arbeiði goldið við øðrum enn peningi, o.s.fr.

Hjálpið okkum at seta fokus á hetta økið, so politiska skipanin og partarnir á arbeiðsmarknaðinum vakna og gera okkurt munagott fyri støðuna!

Sig tína søgu á ut.fo/arb

G.G. Sendarin er 100% dulnevndur!

Vit hava valt at kalla átakið “Er órættur á matskránni?”, tí vit oftast hoyra um støður í matstovu- & hotell vinnuni, men vit kenna eisini søgur um ung í øðrum vinnum, so sum byggivinnuni, o.s.fr. Tískil eru øll vælkomin at siga sína søgu, ikki bert tey í matstovuvinnuni.

Unga Tjóðveldið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo