Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í november 2023 sendi eg alment bræv til landsstýrismannin í lógarmálum, og greiddi frá óskilinum í Runavíkar kommunu, men har er larmandi tøgn.

Eg havi hoyrt, at landsstýrismaðurin ikki avrikar tað stóra. Eg helt, at nýggir kustar sópa best, men tað tykist ikki altíð vera so.

Nú er sporturin fullkomin í Runavíkar kommunu. Tekniski leiðarin hevur stevnt býráðslimi fyri ærumeiðing. So nú noyðast vit býráðslimir í rættin at vitna um elendigheitina í okkara kommunu.

Nú skal staðfestast alment, í Føroya Rætti, hvussu lítið skil er í Runavíkar kommunu.

Sum um øll ikki hava hoyrt um allar átalurnar frá Løgtingsins umboðsmanni.

Og vit vita, at Kommunala eftirlitið arkiverar átalurnar, sum Løgtingsins umboðsmaður sendir teimum, um óskilið í Runavíkar kommunu. Men tað sæst ikki, at tær verða viðgjørdar. Løgtingsins umboðsmaður viðgjørdi somu kæru 3 ferðir, og sendi til Kommunala eftirlitið.

Landsstýrismaðurin hevur heimild at koyra borgarstjóra og melda til løgregluna. Og so allar hinar hóvligu. Heimildir eru nokk av. Nú manglar bara at fara til arbeiðis.

Kanska evnini at raðfesta mangla. Skilagott er at raðfesta tað, landsstýrismaðurin hevur skyldu at gera, fremst. Síðan kann hann skunda sær at avgreiða tað.

Avlopstíðin kann brúkast til tað, landsstýrismaðurin heldur vera áhugavert, ella kanska gevur atkvøður.

Ein av høvuðsábyrgdarunum, fyri óskilinum í kommununi, er stjóri, og hoyrir starvið undir landsstýrismanninum í lógarmálum. Har ein skriða er lopin er onnur væntandi. Tað er enn ein orsøk at kanna kommununa. Tess fyrr, tess betri.

Kanska tað er ov langt inn á Skálafjørðin, men rættarfundir eru almennir.

Sirkus Runavíkar kommuna er ávegis til Havnar. Tað verður minst líka stuttligt sum Suðuroyar-kabarettin.

Jonhard. Danielsen. Býráðslimur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo