Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Á Viðareiði var stórur dentur lagdur á at vit muga gera okkurt, tí samhandilin við Russland økist.

Hetta var ført fram sum nakað, sum er góð og haldføst argumentatión fyri, at vit eiga at seta tiltøk í verk, sum minkar um okkara samstarv við Russland.

Hvussu gott er hetta argumentið?

Sambært grein hjá ECIPE (European Center for International Political Economy), so er samlaði innflutningurin og útflutningurin hjá ES-londunum lækkaður umleið ein 1/3 í mun til tað sum hann var áðrenn tiltøkini móti Russlandi vóru sett í verk.

Men, støðan er ikki líka fyri øll ES-lond.

Hjá 7 londum er innflutningurin øktur. Tey londini eru: Eysturríki, Bulgaria, Grikkaland, Kroatia, Ungarn, Luksemborg og Slovenia.

Hjá 8 londum er útflutningurin øktur. Tey londini eru: Bulgaria, Estland, Lettland, Litava, Grikkaland, Kroatia, Írland og Slovenia.

Niðurstøðan má vera at argumentið, sum bleiv brúkt stendur veikt, og sjálvandi gerst argumentatiónin uppaftur veikari av at tølini, sum Aksel, Høgni og Ruth løgdu fram, eru skeiv.

Greinin byggir á tøl frá ECIPE:
https://ecipe.org/blog/eu-russia-trade-since-the-war/

Árni Skaale
løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo