Hugsið um tey ofta óroyndu fólkavaldu, og um tey megna at geva SEV-leiðsluni avbjóðandi mótspæl, eins og at seta alneyðug krøv um grundgevingar fyri rakstri, nýskipanum og íløgum.
Er ikki vandi fyri, at hesi fólkavaldu, uttan haldgóða nevndararbeiđsroyndir, kunnu verða ein ov lættur myndugleiki hjá SEV-leiðsluni at beina á sína (røttu) leið, nú einasti førleikin hjá nevndarliminum, kann verða eitt ávîst størri tal av atkvøðum við seinasta kommunuval.
Kann tað hugsast at viđkomandi kann gerast ein hentur 'óvitandi' persónur hjá SEV-leiðsluni, og einans ger sum hon sigur?
Skuldi tað kanska heldur verið álagt teimum ymisku fólkavaldu, at valt serkøn umboð? Tað verið seg fakliga sterkar, ella bert sera royndar persónar úr rúgvuni, vit longu hava tøk her heima, at røkja nevndaruppgávurnar hjá SEV, kommununar vegna.
Bogi í Gil
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo