Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar:
Í einum einstakum tali í fíggjarlógini ber til at lesa støðuna hjá fólkaskúlanum. Tað er játtanin til lønir í fólkaskúlanum. At kalla allar útreiðslur, sum landið hevur av fólkaskúlanum, eru læraralønir, tí raksturin annars rinda kommunurnar. Eitt einstakt tal kann tykjast óítøkiligt, men blaða vit nøkur ár aftureftir í fíggjarlógini, so fæst ein mynd av gongdini, og tað er ein døpur mynd.
Í stuttum er myndin tann, at í 2010 steðgar játtanin til fólkaskúlan upp. Tað var ein hvøkkur, tí árini frammanundan varð tímatalið í innskúlingini munandi hækkað, umframt at lutvís tvílæraraskipan varð sett í verk. Millum lærarar kundi hetta tulkast sum um, at fólkaskúlin nú fór at fáa tær ábøtur, ið leingi høvdu bíðað. Men so varð ikki.
Fram til 2014 hevur játtanin til fólkaskúlan staðið í stað og er síðan hækkað eitt lítið vet. So kann onkur siga, at so er játtanin í hvussu er ikki lækkað. Men tað er hon.
Útrokningar úr Mentamálaráðnum siga, at við øktum eftirlønarútreiðslum og við einum prosenti í lønarhækkan, so hækka útreiðslurnar til fólkaskúlan við 5 mió. kr. um árið. Sæð burtur frá einum ári, so hevur játtanin til fólkaskúlan hvørki lagt upp fyri øktum pensjónsútreiðslum ella lønarhækkan. Vent á høvdið merkir tað, at játtanin er lækkað við minst 5 mió. kr. um árið. Og hetta er ikki alt. Tí í sama tíðarskeiði er virksemið í fólkaskúlanum økt munandi. Vit kunnu nevna tímar til lesivegleiðarar, AKT, SSP, samskipara í førleikastovuni, orðblindalærarar, økt tímatal í alis- og evnafrøði o.s.fr. Nú er eyðsýnt, at roknistykkið ikki gongur upp.
Alment er ført fram, at tað er minking í barnatalinum, sum rættvísger, at játtanin til fólkaskúlan minkar. Men tað er ikki so, tí seinastu 8 árini hevur barnatalið í fólkaskúlanum verið tað sama. Hinvegin eru nakrir av smærru skúlunum niðurlagdir, tí barnatalið í útjaðaranum lækkar, og tí foreldur hava valt at senda børnini í størri skúlar nærhendis. Harmiliga gongdin hevur spart Mentamálaráðnum pengar. Ein onnur sparing er lækkaða tímajáttanin til einstaka skúlan, so næmingarnir nú so dánt fáa ta lógarásettu undirvísingina. Nýggjar uppgávur, sum skúlin hevur fingið álagt innan trengri karmar, hava ført til eitt slag av kannibalismu, har økt virksemi á einum øki etur burtur av øðrum virksemi. Serliga harmast lærarar, at tíðin til virksemi tengt at undirvísingini, t.d. at arbeiða við trivnaði, støðugt er minkað, samstundis sum undirvísingarparturin er øktur. Samanumtikið treingjast karmarnir fyri tí rúmliga skúlanum, sum vit ynskja.
Vit bíða í spenningi eftir nýggju fíggjarlógini. Vit fara at blaða upp á somu síðu og hyggja eftir sama tali. Lærarar skulu ár um ár byggja fólkaskúlan fyri minni kostnað. Seinni árini hava vit dømi um ambisjøsar almennar byggiætlanir, sum eingin byggifyritøka vil byggja fyri tann kostnað, sum tað almenna hevði hugsað sær. Úrslitið, tá skorið er av her og har, er, at mann, tá avtornar, stendur eftir við einum bygningi, sum eingin av røttum er nøgdur við.
Oddagrein í Skúlablað nr 6, 2015, sum júst er komið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo