Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri stuttum frættist, at SEV hevur gjørt av at gevast við ætlanunum um pumpuskipan í Vestmanna fyri at gagnnýta yvirskots el-framleiðslu frá vatn- og vindorku í Føroyum. Tað vil so eisini merkja, at einans battarískipanir framyvir koma at vera brúktar fyri at gagnnýta sum mest av yvirskots el-orku.

Hettar kann tykjast harmuligt, serliga tá hugsa verður um, at fyrst Vindrøkt og síðan SEV hava havt hesi viðurskifti á breddanum í nógv ár eftirhondini.

Tað eru tó aðrir inntil nú ótroyttir møguleikar tøkir, sum kunnu vera fult á hædd við einhvørja pumpuskipan, har vatn verður endurnytt til at framleida el-orku.

Her verður hugsað um ‘potentiella’ orku knýtta at føstum evnum heldur enn flótandi evnum so sum vatn.

Galdandi fyri bæði vatn og føst evnir eru (sum nógv helst minnast frá sínari skúlagongd):

E = mgh har E er orka (joules  el-orka), m er ‘massa’ (kilogram), g er tyngdarkraft (metur/sekund2) og h er hædd omanfyri eina ‘relativa’ grundhædd (metrar).

Her er tað so galdandi, at ein ‘massa’ uppá til dømis 20 kg inniheldur dupult so nógva ‘potentiella’ orku sum ein ‘massa’ uppá 10 kg, um báðar eru staddar á somu hædd. Harafturat er galdandi, at ein ‘massa’ uppá til dømis 10 kg á 10 metra hædd inniheldur dupult so nógva ‘potentiella’ orku sum ein ‘massa’ uppá 10 kg á 5 metra hædd.

Í løtuni eru royndar-verkætlanir viðvíkjandi goymslu av yvirskots el-orku frá eitt nú vindmyllum í gongd ymsastaðni ‘worldwide, har føst evnir verða gagnnýtt í staðin fyri flótandi evnir so sum vatn (sjá leinkjur beint niðanfyri).

We Can Store Our Excess Renewable Energy In An Energy Vault (forbes.com)

Vaulting Into Global Energy Storage Markets: Energy Vault Is A Player To Reckon With (forbes.com)

Í stuttum snýr hetta seg um, at yvirskots el-orka frá eitt nú vindmyllum verður brúkt til at hiva tungar klossar av betong ella líknandi uppí eina ávísa hædd, har vektin (potentiella orkan) av hesum so seinni verður brúkt til at dríva turbinur til el-framleiðslu. Tílíkar ‘súlur (ella stabbar) við tungum klossum kunnu skipast soleiðis, at í hundraðtali ella túsundatali kunnu sameinast í stórum eindum/bygningum, har so elektrisk spøl til at hiva klossar uppeftir kunna koyra á skinnarum í tveimum dimensiónum X og Y í erva fyri á tann hátt at kunna ambæta hvørjum einstækum blokki eftir túri (sja skissur beint nidanfyri). Tad er nærum óavmarka, hvussu nógvar tílikar skipanir kunnu setast upp í Føroyum til dømis, um hettar er ynskiligt væl at merkja.

Tá hugsað verður um núverandi føroysk viðurskifti við endurnýggjandi/grønari orku, so eru vit so dánt komin í gongd við el-framleiðslu frá vindmyllum, sjóvarfalls el-framleiðsla er enn á royndarstøði meðan møgulig el-framleiðsla frá havaldu ikki enn er komin í gongd. Við øðrum orðum, vakstrarmøgulleikarnir skuldu verið betýðiligir. Í evsta føri kundi ein ímynda sær, at um rætt verður atborið, so kunnu Føroyar kanska einaferð í framtíðini blíva nettoutflytari av grønari el-orku til umheimin, grøna orkan er jú allastaðni í náttúruni rundanum okkum í ríkiligum mongdum. Kanska føroyingar framyvir eisini kunnu blíva ‘pionerar’ innan eitt tílíkt økið vid grønari orku eins og føroyingar hava verið innan fiskivinnu og aling?

Um hugsað verður um tað meira praktiska, so er ikki endiliga neydugt at blokkar einans eru gjørdir úr til dømis betong. Tad ber væl til at brúka kassar av til dømis armeraðum betongi ístaðin, fyri síðan at fylla tílíkar við øðrum tilfari so sum ósortera grót/møl frá ymiskum útgrevstrum til tann ynskta vektin fyri tann einstaka kassan/blokkin er uppnádd. Tad verður jú grivið út og sprongt ymsastaðni í Føroyum til einhvørja tíð og ikki so heilt sjáldan er tílíkt tilfar bara til ónáðir.

Eindir/bygningar, sum víst til omanfyri, eru ikki beinleidis prýðiligir og vit hava longu frammanundan í rúgvuvis av líknandi ‘ópenum’ kassaformadum bygningum í Føroyum. Ein hóskandi loysn kundi her verið, at krógva møguligar ‘Energy Vaults’ bygningar í niðurløgdum grótbrotum, sum jú eisini nógvastaðni misprýða okkara annars so vakra land.

Einasta neyðuga ‘infrakervi’ her eru káplar til yvirskots el-orku, í mun til tunlar og pumpur vid meira um pumpuskipan var brúkt.

Spyrst so livst.

Jógvan Hansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo