Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyrst brot úr teksti hjá Løgtingsins umboðsmanni. (LUM)

- Umboðsmaðurin hevur eftirlit við, at tær umsitingareindir, sum eru fevndar av virksemi hansara, ikki gera mistøk ella vanrøkja skyldur sínar, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt móti borgaranum.

Við omanfyri standandi reglum í mentu, reisi eg spurningin.

Sum fyrrverandi býráðspolitikari var eg nakrar ferðir boðsend av fólki, sum kendi seg vera fyri órætti í samskifti við Tórshavnar kommunu. Nakrar av hesum støðum blivu til mál hjá Løgtingsins umboðsmanni.

LUM samskifti víðari við kommununa við fyrispurningum um innlit og tilfar, soleiðis at hann fekk úttalað seg um málini.

Mál komu mangan í drag, freistir blivu longdar og tilfarið, sum stuðlaði undir handfaringini hjá kommununi, bleiv latið LUM.

Í fleiri førum máttu vit/borgari afturumaftur við tilfari, sum stuðlaði undir uppáhaldið um órættvísa málsviðgerð, tí vit vistu um og kannaðu frá øðrum síðum og ynsktu málið  og upplýsingar á beint.

Júst hetta, at fremja órætt móti borgaranum eigur at síggjast í størri samanhangi, og krevur eitt annað slag av samskifti, kanningararbeiði og heildarmynd – sum eg haldi restaði í hjá LUM.

Leikluturin og umdømið hjá LUM kundi sjálvsagt verið kannað við at spurt fólk, sum hava havt samskifti tann vegin, antin í vónini um uppreisn, líkarætt, umbering, reiðuligar arbeiðssømdir, reiðuligar arbeiðsgongdir, ella hvat tað nú kundi verið.

Sjálv havi eg hoyrt um vanlagnur, drúgvar og ótolandi bíðistøður - ja, støður, sum hava verið sera tyngjandi fyri borgaran, og sum, kanska tessvegna ikki heldur fór víðari við málinum sum vanliga rættargongd.

Í sínum lagi er umboðsmaðurin bara tilmælandi, og ikki tann rættargongd, sum gevur fólki bindandi niðurstøðu, sostatt ikki heldur tryggleika um, at møgulig mistøk verða rættað av, í hesum føri, kommununi.

--

Fólk standa tískil einsamøll í tvístøðum við almenna myndugleikan, og fakfeløg, í teim føri málini hava verið av tí slagi, hava mangan ikki víst seg at megna tær støðurnar.

Eins og fólk ikki hava vitað um skerda leiklutin hjá umboðsmanninum og verða ørkymlað og vónbrotin av, at máls-viðmerkingarnar ikki høvdu serliga styrki og at viðurskiftini í síðsta enda vórðu latin upp aftur í hendurnar hjá, eitt nú, kommununi at gera av.

Vónandi førir arbeiðið hjá umboðsmanninum til umsitingarligar broytingar uppá sikt, men fyri tann einstaka borgaran haldi eg talan er um falskan tryggleika.

Í hesari grein havi eg bert viðgjørt LUM/málið við atliti til innleiðandi tekst hjá umboðsmanninum – eftirlit við, at almenna umsitingin ikki fremur órætt móti borgaranum - og tær avmarkingar, sum eg haldi vera við hesum eftirliti, í samband við borgaratrygd hjá tí einstaka.

Tað er sera umráðandi, at tey stig vit taka og teir stovnar vit seta – vegna fólkið, tæna sínum endamáli.

Vóni politiska umrøðu og viðgerð.

Bergun Kass

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo