Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Hevur landstýrismaðurin heimild til við kunngerð at taka 32.500 tons av tí býti, sum hevur verið øll tey seinastu árini og gera hesi tons til felagskvotu?

Tað er spurningurin sum Árni Skaale, løgtingsmaður og fyrrverandi fiskimálaráðharri, vil hava Landsstýrismálanevndina at svara.

- Í hesum sambandi kann vísast til at hóast grein 22 og grein 23 geva heimild at áseta eitt býti av m.a. kvotum, er býtið av uppisjóvarfiski í stóran mun neyvt ásett í greinunum 14, 15 og 16.

- Serliga viðmerkingarnar til grein 16 ásetir eitt nágreiniligt býti til ymisku endamálini og tað verður ásett at restin, sum ikki fer til ávísu endamálini, verður býtt til aðrar rættindahavarar, tvs. ikki til hesar sum hava fingið til serlig endamál, sigur Árni Skaale millum annað í skrivinum til Landsstýrismálanevndina.

Víðari sigur Árni Skaale, at n ýggja ásetingin í grein 8a í kunngerðini tykist at verða beinleiðis ímóti hesum viðmerkingum, tí nú verður givið hesum fyrru, sum hava fingið ásetta kvotu til ávís endamál, meira enn ásett.

- Havast skal eisini í huga, at býtið hevur verið sambært hesi lóg øll seinastu árini síðani avtalan varð gjørd í 2009, burtursæð frá tí, sum er býtt annarleiðis við lóg.

- Um Landstýrismálanevndin heldur at landstýrismaðurin hevur hesa heimild, er tað so sambært góðan fyrisitingarsið at gera eitt so grundleggjandi nýtt býti við kunngerð?

- Átti hetta býtið ikki at verið gjørt við lóg? spyr tingmaðurin fyri Fólkaflokkin, Árni Skaale, í skrivinum til Landsstýrismálanevndina.

HER ER NOTATIÐ HJÀ SAKFØRARANUM Niels Winther Poulsen

(Felagið Nótaskip fekk Niels Winther Poulsen, sakførari, at gera eitt juridiskt upprit um málið).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo