Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Formaðurin í Búskaparráðnum hevur verið nógv frammi seinastu tíðina og tosa um at allar serskattaskipanir mugu avtakast, og sama hevur stjórin í Vinnuhúsinum Nils Winther gjørt, og serliga er tað føroyingar sum arbeiða uttanlands tað skal ganga útyvir, hettar serliga tí tað skaklar føroyska arbeiðsmarknaðin sigur hann, og tað er ikki gott fyri búskapin, hettar skurrar eitt sindur i mínum oyrum.

Tí haldi eg at man kann seta spurnatekin við habilitetin hjá Fróða.

Fróði er stjóri i fyritøkuni Formula, størstu kundarnir hja Formula er nokk limirnir i Vinnuhúsinum, saman við almenna geiranum.

Dennis Holm og Magni Laksafoss búskaparfrøðingar gjørdi i 2009 eina kanning sum hevði heiti "Føroysk sjófólk, sum sigla í øðrum londum".

Har siga teir millum annað: Samlaðu árinið av uttanlandsinntøkunum er tí størri enn vit vanliga geva okkum far um. Eitt gott boð uppá árinið er, at uttanlandsinntøkurnar eru við til at at skapa umleið eins stórt virksemi í føroyska samfelagnum sum tær upprunaliga sjálvar eru. Tað vil siga at t.d í 2008 tá uttanlandsinntøkurnar vóru umleið 320 mió kr í føroyska samfelagnum- antin beinleiðis gjøgnum vørukeyp ella óbeinleiðis gjøgnum ringárinini og almennu nýtsluna, sum er beinleiðis er fíggjað av uttanlandsinntøkunum.

Í 2023 er hettar talið mundandi størri, kanska 500 - 600 mió, ella sama viðri sum á allari føroysku sildakvotuni.

Tað kann ikki bera til at tað skal vera betur fyri búskapin at hesir áleið 1000 føroyingarnir sum arbeiða uttanlands og taka eina hálva milliard inn í føroyska búskapin um árið , heldur skulla koma heima at bora tunnlar, gera vegir o.a.

Man kann í øllum førum staðfesta at Dennis Holm búskaparfrøðingur og sitandi fiskimálaráharri, og formaðurin í búskaparráðnum og stjóri í Formula ikki eru samdir.

VH. Nevndin í Føroyskir Fiskimenn Uttanlands
Einar M Hammer

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo