Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í tíðarinnar anda átti eg at víst á hægri útbúgving í samfelagsfrøði, sosialvísindi ella líknandi, við sergrein í valdi – ella eg skuldi leitað fram vísindaligt tilfar, sum stuðlaði undir mínum uppáhaldi um vald og um avleiðingar.

Um hvussu valdið í síni tilgongd og vavi kann hava eins neiligan sum jaligan týdning, tá tað ikki í nóg stóran mun tekur hædd fyri tí einstaka, heildini, felagsskapinum ella samfelagnum.

Og í hvønn mun vald møguliga í størri mun tryggjar valdshavaran persónliga, - tað verið seg kenslu, samleika, styrki og stóru samsýningar.

Søguliga sæð hevur vald ikki altíð verið einsbetýðandi við dygdir, hvørki í størri – hugsi um einaræðisharrar ella í minni høpi, stjórnir og leiðslur.

Eg fari at royna at taka støði og seta spurningar úr mínum egna lívi, upplivingum og royndum. Tann fyrimunin hevur tann, sum er komin upp í árini.

Í politikkinum hoyra vit dag og dagliga um, at vit sjálvi skulu taka støðu, sjálvi ráða, sjálvi hava ábyrgd og sjálvi stýra okkara landi, uttan at hoyra serliga nógv um hvussu hetta skal gerast ella í hvønn mun vit fáa tað betri.

Hugsi eg aftur um arbeiðspláss og starvsøki, so vóru tað í flestu føri menn, sum fóru upp eftir karrierustiganum.

Tá til stykkis kom og hesir høvdu stríðst og ognað sær sess á ovastu rók, varð tað  ymiskt og misjavnt hvussu eydnaðist ella hvussu kalt varð á toppinum.

Soleiðis verður eisini í politikkinum.

Stjórarnir kundu blíva burtur fyri fólkinum, kundu missa seg sjálvar burtur ella sótu meira og minni leysir á ovasta trini, alt eftir í hvønn mun teir megnaðu at fáa starvsfólkini við upp í leikin, at halda fast í stiganum,  tá hann hevði hug at vippa, tá  lendið var meira óslætt, tá føvningurin var fullur ella tá stigin stóð so tætt húsavegginum, at heildarmyndin hvarv.

Vit kunnu sjálvi hugsa um okkara stjórar og í hvønn mun teir hava verið sárbærir á trininum og samstarvandi og um teir eisini hava bakkað niðuraftur viðhvørt og verið iblásturgevandi, kunnandi, involverandi og eggjandi, soleiðis at vit  hava kunnað ment okkum persónliga, brúkt okkara serstøku førleikar og vaksið í arbeiðinum.

Soleiðis verður tað eisini í politikkinum.

Stjórar eiga at hvíla í sær sjálvum og duga at taka tað óformliga og samstarvsliga, eins væl og tað leiðslu og fyrisitingarliga og at dugnaligi stjórin megnar bæði, soleiðis sum tað mennir starvsfólkið og arbeiðsplássið.

Hetta er eisini avbjóðingin í politikki, at politikarar mugu hvíla í sær sjálvum, bæði vísa, at teir ikki duga alt og at teir hava brúk fyri at vera í samband við fólkið og hava brúk fyri at skilja, hvat rørir seg í fólkinum på godt og ondt, í vinnu sum privat, í umsiting sum í embætisverki og í gerandisdegi á øllum bygnaðarløgum. Ja, á øllum trinunum.

Jú, hetta setir høg krøv til politikarar, men ikki minni, er tað neyðugt.

Tí haldi eg hetta tosið um loysing í ov stóran mun snúgva seg um valdið einsamalt, um ovasta trinið og ikki um í hvønn mun fólkið og trinini verða málið í sjálvum sær.

Í fleiri av yvirtiknu málunum fegnaðust vit um valdið – eitt nú, í makrelinum, men tá tað kom til at bíta og skipa fyri, høvdu menn ikki tevið ella ikki áhuga í millumliðum ella trinum.

Sama við fiskivinnuni, sum bleiv tosað stólpa upp og stólpa niður, uttan at rokna uppá, samskifta við fólkið um hvussu ein supplering til verandi aktørar kundi sæð út, bæði í byrjunarfasu og í einari møguligari stuðulsfasu.

Óivað manglaðu nøkur trin og pástandur móti pástandi lat annað valdið sigra fyrst, síðani hitt.

Valdið tryggjar tíverri ikki rættleika og burðardygd.

--

Eitt annað, sum ger seg galdandi i Føroyum er, at vit hava eitt patriarkalskt samfelag, har kvinnur og kvinnuvirði í lítlan mun hava ávirkan.

Menn tráða vald, kvinnur meira at tingini fungera og at viðurskifti, húski, familjur og samfelag hanga saman.

Tí beri eg ótta fyri fólkaræðisliga skeivleikanum og kvinnutrotinum, og at henda serliga støða í Føroyum ikki stuðlar undir góðum fullveldi.

Eitt triðja er, at fimtitúsund fólk avskorin landafrøðiliga frá umheimi og í eini miklari altjóðagerð áttu at havt fyri neyðini tættari sambandi við størri tjóð, um vit vilja tað ella ikki.

Hetta skal ikki standa sum andsøgn til møguligar yvirtøkur, so sum tær tæna fólkinum.

--

Sum tit síggja, so er tað so nógv og samansett – at valdið ger einki einsamalt.

Tí eiga miðlar og kritikarar at geva valdinum og loysingini tað mótspæl, sum tryggjar loysingarveingjunum tilverugrundarlag ella lýsa tað øvugta, at ikki grundvøllur er í núverandi konsepti.

Eisini við tí í huga, at verðin og umheimurin ikki er at líkna við tíðina, tá henda rørsla ella politikkur sá dagsins ljós, gav meining og var í hásæti.

Bergun Kass

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo