Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Landskappingin í fótbólti fyri 2022 er liðug. Nú mangla bert steypafinalurnar. Men broytingin í Betri Deildini seinastu árini órógvar tey, ið eru góð við føroyskan fótbólt.

Gjógvin millum oddaliðini og botnliðini økist. Men tað er einki ið bendir á at FSF heldur, at nøkur eftirmeting er neyðug.

Í 2005 varð kappingarárið fyri fyrstu ferð broytt til 27 leikumfør. Hagtølini tala fyri seg.

Fyrsta árið leikt varð eftir hesum leisti bleiv B36 føroyameistari við 38 vunnum málum, 17 taptum málum og 54 stigum.

Metið hjá B36 við fáum vunnum málum (1,4 mál pr dyst í 27 umførum) fáum taptum málum og bert 54 stig var eitt botnmet, sum kom at standa í mong ár.

Í 2017 bleiv Víkingur føroyameistari við 52 stigum og tók harvið botnmetið hjá B36 frá 2005 fyri fá stig.

Men metið hjá B36 fyri fá (17) tapt mál sum FM vinnari kom at standa til 2021, tá KÍ vann FM við einans 12 taptum málum.

Í ár tapti KÍ einans 7 mál og setti harvið eitt nýtt óhoyrt met.

Í fjør vann KÍ 99 mál í kappingini. Í ár fekk KÍ ”bert” 78 mál, men tað er kortini meira enn tvífalt so nógv sum føroyameistarin í 2005 fekk.

Hesi 18 árini besta deildin hevur leikt 27 umfør, hevur føroyameistarin í miðal tapt 3,3 dystir í kappingarárinum.

Miðaltalið fyri vunnin mál, tapt mál og stig er ávikavist: 61,4 vunnin mál, 25,3 tapt mál og 61,3 stig.

Seinastu árini er gjógvin millum tey bestu og veikari liðini vorðin størri.

Í 2018 gjørdist HB føroyameistari við 73 stigum. Hetta var fyrstu ferð, at FM vinnarin fekk omanfyri 70 stig.

Í fjør vann KÍ FM við 72 stigum og í ár vann KÍ við 77 stigum.

Í fjør fluttu ÍF og TB niður í næstbestu deildina (TB fekk trý stig) og í ár fluttu somu feløgini uppaftur í bestu deildina.

Tað er lítið at ivast í, at NSÍ flytur uppaftur komandi ár og helst fylgir Skála við.

Vit kenna eftir hondini elevatorliðini í føroyskum fótbólti tí fótbólturin hevur onga breidd.

Betri deildin átti at verið skipað við seks ella í mesta lagi átta liðum.

Føroyskur fótbóltur hevur als ikki ta breidd ið skal til, fyri at hýsa 10 liðum í eini deild.

FSF vil at vit skulu líkjast Premier League ella týsku Bundesliga.

Í Bretlandi verður mett, at meira enn tvær milliónir fólk dyrka fótbóltsspælið aktivt.

Føroyingum sum heild dáma væl fótbólt, men vit eru ein lítil tjóð og tað tykist FSF at hava gloymt.

Áhugin fyri føroysku landskappingini minkar í stórum, og tað kann FSF fyrst og fremst takka sær sjálvum fyri.

Fjeppi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo