Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Umhvørvisstova: At føroyska veðrið er skiftandi, vita vit. Men hvussu er við varandi veðurlagsbroytingum í Føroyum? Síggjast broytingar í veðurlagnum á okkara leiðum? Hvørjar kanningar og mátingar hava vit, sum kunnu vísa okkum hetta?  

Í eina tíð hava umboð fyri føroyskar almennar stovnar hitst, at umrøða vitan um føroyska veðurlagið. Eitt endamál hevur verið at fyrireika eitt tiltak, har vitan um veðurlag verður løgd fram. 

Undir heitinum “Er føroyska veðurlagið broytt?” verður skipað fyri einum Veðurlagsdegi , har ljós verður varpað á tøl og vitan, sum kunnu lýsa føroyska veðurlagið og veðurlagsbroytingar. 

Á veðurlagsdegnum verða dátur og kanningar, sum stovnarnir varða av, løgd fram og umrøtt verður í hvønn mun tað ber til at staðfesta veðurlagsbroytingar í Føroyum.  

Veðurlagsdagurin 2024 verður á Hotel Hafnia 19. mars , seinnapartin. Tiltakið er alment og ókeypis, tó krevst tilmelding. Tú kanst melda teg til her. 

Fyriskipararnir av degnum eru Veðurstova Føroya, Havstovan, Umhvørvisstovan, Landsverk, Tjóðsavnið, Jarðfeingi og Hagstovan. 

Nærri kunning og skrá koma seinni.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo