Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í samband við viðgerðina av umsóknin um at broyta byggisamtyktina fyri økið, har ætlaða P-húsið skal byggjast í miðbýnum í Havn, vóru fleiri ivasamir sannleikar førdir fram.

Ongin semja við grannarnar:
Tá umsitingin hjá Tórshavnar Kommunu í samband við P-húsið legði málið um broytingina av byggisamtyktini fram, upplýsti umsitingin, at tað ikki eydnaðist Gullak Madsen at fáa eina semju við grannarnar um ætlaða byggingina.

Her skal sigast, at hetta er beinleiðis lygn.

Hvørki umsitingin hjá Tórshavnar Kommunu, Gullak Madsen ella arkitekturin hava vent sær til nakran av grannunum til ætlaðu bygging av P-húsinum.

Mett verður, at hetta er sera álvarsamt, at umsitingin hjá Tórshavnar kommunu ikki brúkar rættar upplýsingar, tá ið hon leggur mál fyri Byggi- og býarskipanarnevndina at taka støðu til.

Er hæddin nú tann rætta?
Í samband við viðgerðina av málinum um broytingina av byggisamtyktini hevði Tróndur Sigurðsson eina framløgu av málinum. Har upplýsti hann, at bygningurin var lækkaður eina hædd.

Hetta frøddi sjálvandi “Grannalív”, tí hetta er hóast alt eitt lítið fet rætta vegin.

Í spenningi søktu vit um alment innlit fyri at vita, hvat arkitekturin og umsitingin høvdu funnið upp á.

Vónbrotið var líka stórt sum spenningurin var áðrenn.

Bygningurin er ikki lækkaður, men í staðin er samlaða hæddin blivin 90 cm hægri.

Hetta meta vit er sera løgið, tí bygningurin var lækkaður eina hædd, sambært frágreiðingini hjá Tróndi Sigurðsson.

Spurningurin er tískil, um hetta er ein tilætlað villleiðing hjá býráðnum, ella um umsitingin hjá kommununi hevur latið Byggi- og býarskipanarnevndini skeivar upplýsingar.

Vit meta, at umsitingin hjá kommununi eigur beinanvegin at koma við teimum røttu tekningunum ella røttu upplýsingunum, so bæði grannar, havnarborgarar og Tórshavnar býráð veit, hvat ið er upp ella niður í málinum, og at øll hava møguleika at koma við viðmerkingum til broyting av byggisamtyktini, og ikki minst við teimum røttu hæddunum.

Felagið “Grannalív
Umboðandi Tinghúsvegin niðara part, Kongagøtu, Tungugøtu og Lucas Debesar gøtu.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo