Millum almennu dokumentini eru fleiri vitnisfrágreiðingar hjá Epstein-offrunum, teirra millum frá eini kvinnu kend sum Johanna Sjoberg, ið deilir kunning um bæði Bill Clinton og Andrew prins.
Tá ið Sjoberg var avhoyrd undir eiði, nevndi hon millum annað eina samrøðu við Epstein har milliardingurin umtalaði Bill Clinton.
Sambært Sjoberg segði Epstein at Clinton «dámar tær ungu».
Sambært Sky News er Clinton nevndur í yvir 50 av dokumentunum, men fleiri av teimum eru ikki almannakunngjørd enn, skrivar norska TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo