Endaligi skilnaðurin hjá Sanchez frá Old Trafford gjørdist ein av lukrativa slagnum, sambært fleiri enskum miðlum.
Í dag verður váttað, at Manchester United umsíður sleppur burturúr avtaluni við Sanchez.
Daily Mail skrivar at Manchester United hevur givið tí 31 ára gamla Sanchez níggju milliónir pund sum partur av at hann verður verandi í Italia.
Eisini The Guardian skrivar um endapakkan, men miðilin sigur at upphæddin er 7,5 milliónir pund, skrivar norska Nettavisen.
Good luck to Alexis Sanchez at Inter. Will go down in history as one of Man United's worst ever signings. Cost more than £40m in wages. Scored three league goals - against Huddersfield, Swansea and Newcastle
— Kaveh Solhekol (@SkyKaveh) August 6, 2020
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo