Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Partafelagið Grant á Vatnsoyrum hevði vinning eftir skatt uppá 678.000 krónur í fjør. Tað skal berast saman við 8,7 mió kr í vinningi í 2022. Men virkið, sum fæst við at gera og selja vindeygu úr timbri og vindeygu og hurðar úr plasti, hevur havt eina heldur enn ikki turbolenta tilveru seinastu mongu árini. Eitt nú táttaði samlaða hallið árini frá 2017 til 2021 í 20 mió kr áðrenn skatt.

Leiðslan sigur í frágreiðingini, at felagið í árinum hevur fingið eftirgivið skuld uppá seks mió kr. Fíggjarstøðan javnvigar við 18 mió kr og eginognin er bar 237 tkr.

Og leiðslan er ikki nøgd.

Partapeningurin er lækkaður við 1,7 mió kr til rindan av halli, og umframt at fáa skuld eftirgivna hevur felagið fingið lán frá kapitaleigarunum. 

Tøki peningurin er avmarkaður, og grannskoðarin vísir á óvissur viðvíkjandi framtíðar rakstri. Men leiðslan metir, at útlit eru fyri lønandi rakstri og neyðuga gjaldføri tryggja eigararnir. 

Stjóri er Rúni Vang Poulsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo